Lýsing
Faroe Law sóknast eftir einum ábyrgdarfullum og ágrýtnum skrivstovufólki til okkara advokatvirki. Vit bjóða eitt spennandi starv við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum í einum professionellum og vinaligum arbeiðsumhvørvi.
Arbeiðsuppgávur
• At samskifta og málsviðgera fyri advokatar.
• At bóka, fakturera, avgreiða lønir og annað líknandi.
• Ymiskar fyrifallandi skrivstovuuppgávur og samskifti við klientar og samstarvsfelagar.
Førleikar og royndir
Vit ynskja, at tú:
• Hevur royndir innan skrivstovu- og bókhaldsarbeiði.
• Hevur hollan telduførleika og evni at seta teg inn í nýggjar skipanir.
• Dugir væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum.
• Hevur ein skipaðan og sjálvstøðugan arbeiðshátt, har tú tekur ábyrgd.
Vit bjóða tær
• Eitt fjølbroytt og avbjóðandi skrivstovustarv.
• Eitt gott arbeiðsumhvørvi í einum toymi við dugnaligum starvsfeløgum.
• Løn sambært avtalu.
Talan er um eitt starv við setanarbrøkinum ¾, men møguleiki er at gera avtalu um annan setanarbrøk.
Umsóknarfreist
Umsóknir við viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. februar 2025.
Setanardagur
Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Soleiðis søkir tú
Send umsóknina til faroelaw@faroelaw.fo við evninum “starvsumsókn”.
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kára Davidsen, advokat, á telefon 221278 ella við telduposti á kda@faroelaw.fo.
Um Faroe Law
Faroe Law er ein advokatfyritøka, ið hevur 25 ár á baki . Her eru 5 advokatar í starvi. Vit arbeiða við
nógvum fjøltáttaðum uppgávum fyri bæði føroyskar og útlendskar klientar.