Barnaverndartænastan í Vágum
Útgivið
18. oktober 2023
Útgongur
31. oktober 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Í samband við at starvsfólk fer í barnsburðarfaroyvið um ársskiftið, verður søkt eftir einum skrivstovufólkið at byrja í tíðaravmarkaðum starvið frá 1. desembur 2023 ella skjótast til ber og fram til 31. januar 2025.

Endamál og uppgávur hjá barnaverndartænastuni
Endamálið við barnaverndartænastuni er at tryggja, at børn, sum vaksa upp undir viðurskiftum, ið kunnu skaða heilsu teirra og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan rættstundis, og harvið at hjálpa til ein tryggan uppvøkstur.

Arbeiðsuppgávur hjá skrivara
Tú kemur, í tøttum samstarvi við starvsfólkini í Barnaverndartænastuni í Vágum, at virka sum bindilið ímillum borgaran, samstarvspartar og umsitingina.

Høvuðsuppgávan fevnir um at veita eina góða tænastu til borgarar í Vága – og Sørvágs kommunu, hetta er bæði umvegis telefon, teldupost og tá fólk koma á gátt.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og til tíðir krevjandi við tíðarfreistum. Journalisering er ein stórur partur av arbeiðinum og tú kemur eisini at avgreiða smærri málsviðgerðir so hagtalsskráseting, umframt at virka sum skrivari til barnaverndarnevndarfundir.

Førleikar:
Til at røkja starvið krevst:

  • Útbúgving sum skrivstovufólk innan fyrisiting ella aðra samsvarandi útbúgving
  • Góðir málsligir og skrivligir førleikar, serliga á føroyskum, tó í ein ávísan mun eisini á donskum og enskum
  • Góðar talgildar førleikar og innan KT-skipanir
  • Royndir innan almenna fyrisiting kann vera ein fyrimunur
  • Royndir við journalskipanini 360 kann vera ein fyrimunur

Vit leita eftir starvsfelaga, ið:

  • Hevur kunnleika og royndir innan journalisering
  • Hevur innlit í almennu fyrisitingini
  • Dugur at arbeiða í toymi og at arbeiða sjálvstøðugt
  • Hevur góð evni at samstarva og samskifta
  • Hevur gott yvirlit og er røkin
  • Er tænastusinnað/ur, fyrikomandi og álitsfull/ur
  • Tolir at arbeiða undir trýstið
  • Tolir at vera avbrotin í sínum arbeiði

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er niðursetta tíð, og verður arbeiðstíðin avtalað í samráð við viðkomandi, ið verður settur.

Starvsstaðurin er á kommunuskrivstovuni hjá Vága kommunu í Sandavági.

Løn og sáttmálatreytir eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, KAF og Starvsfelagið.

Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v., revsiváttan og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til teldupostadressu: bvt@vaga.fo

Ella til:

Barnaverndartænastan í Vágum
Hammershaimbsvegur 1
FO 360 Sandavágur

Umsóknin skal vera Barnaverndartænastuni í Vágum í hendi í seinasta lagi 31. oktobur 2023 kl. 23.00.

Fleiri upplýsingar
Ynskir tú fleiri upplýsingar um Barnavernartænastun í Vágum og starvið, ber til at ringja til Áslu Leilu B. Johansen, leiðara, á tlf. 794430 ella umvegis teldupost á aslaj@vaga.fo

Líknandi størv

Forfólk til maskindeildina á Skála   Faroe Islands nýtt
9. maj 2025
Uppvaskari til Hilton Garden Inn   Faroe Islands nýtt
9. maj 2025
9. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið