ELFO
Útgivið
12. juni 2026
Útgongur
18. august 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Er tú áhugað/ur í at læra, forvitin og til reiðar at gerast partur av eini fyritøku í vøkstri?

Vit sóknast eftir ágrýtnum og nærløgdum lærlingi til bókhaldið og fyrisitingina.

Í lærutíðini kemur tú at gera bókhalds- og skrivstovuarbeiði, samskifta við kundar og veitarar umframt at avgreiða aðrar fyrifallandi uppgávur.

Útbúgving og royndir

Vit vænta, at tú:

  • Hevur lokið FHS, HH ella búskaparbreyt
  • Dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum, bæði í skrift og talu
  • Hevur góðar telduførleikar viðvíkjandi Office-forritum og sosialum miðlum

Persónligir eginleikar

Vit vænta av tær, at tú hevur fylgjandi eginleikar:

  • Hevur góðar samstarvsevnir, ert fleksibul/-ur og tænastusinnað/-ur
  • Ert ábyrgdarfull/-ur og miðvís/-ur
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt, sum frá líður
  • Ert álítandi og vísir øðrum virðing

Setanarviðurskifti

Starvið sum skrivstovulærlingur verður lønt sambært avtalu við Samverk.

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja at vita meira um starvið, eru vælkomnir at venda sær til Duritu Krosstind Gregersen.

Telefon: 739511
Teldupostur: durita@el.fo

Umsókn

Skrivligar umsóknir við prógvum og viðmælum skulu vera ELFO í hendi í seinasta lagi 10. juli 2026.

Umsóknir kunnu sendast við telduposti til durita@el.fo ella við posti til:

ELFO
Slættanesvegur 5
100 Tórshavn

Rætti umsøkjarin byrjar í skrivstovulæru 18. august 2026.

Um ELFO

ELFO starvast við øllum innan el-arbeiði og er ein heildarveitari av elektriskum anleggum og skipanum til sterkstreym og veikstreym.

ELFO er ein fyritøka í menning, og í løtuni starvast 43 fólk hjá ELFO. Flestu arbeiða úti hjá kundum, meðan 4–6 fólk dagliga eru á kontórinum.

Líknandi størv

Tryggingarfelagið LÍV søkir stjóra   Óðinshædd 11, 100 Tórshavn, Faroe Islands nýtt
16. juli 2026
15. juli 2026
15. juli 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið