Lýsing
Kundi tú hugsað tær eitt spennandi lærupláss í einari altjóða fyritøku, har tú fært møguleikan at vera við til at mynda og menna framtíðar produktini hjá Smyril Line? Hygg so her! Vit hava eitt lærlingastarv leyst at søkja hjá Smyril Line.
Vit bjóða eitt læruríkt lærlingastarv í einari vaksandi fyritøku og vinnu, sum bæði hava eina spennandi framtíð. Tú kemur at fáa innlit í kjarnina av okkara virksemi, og kemur at læra frá royndum starvsfólkum, bæði í sølu- og produktdeildini. Tú kemur at samstarva við okkara søluskrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi og Týsklandi, og tú kemur sjálvandi eisini at fáa møguleikan at vitja skrivstovurnar.
Um starvið
Starvið er fjølbroytt, spennandi og til tíðir krevjandi. Tú kemur at læra nógv og verður partur av einum royndum toymi. Uppgávan hjá tær verður at selja og vegleiða kundar í okkara produktum umvegis telefon, kjat og telduposti. Umframt at starvast á søludeildini, kemur tú eisini at starvast á produktdeildini, har tú verður við til at menna okkara produktir innan ferðavinnu.
Tín vangamynd
- Tú hevur miðnámsprógv
- Tú hevur stóran áhuga fyri sølu, kundarøkt og ferðavinnu
- Tú hevur hugflog, ert fleksibul og leggur stóran dent á títt avrik
- Tú dugir at orða teg í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum
Setanartreytir
Lærutíðin er 2 ella 3 ár (alt eftir útbúgving). Tú fært lærlingaløn í lærutíðini sambært galdandi sáttmála. Freistin at søkja er 24. november 2022.
Starvsbyrjan er 1. január 2023 ella eftir nærri avtalu. Tú søkir starvið við at senda umsókn umvegis starv@smyrilline.fo.
Meira fæst at vita um læruplássið, við at seta teg í samband við Martin Dam Joensen, søluleiðara, á tlf. 235920.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.