VEKS
Útgivið
12. februar 2025
Útgongur
18. marts 2025
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Søkt verður eftir heilsurøktarum til Heimatænatuna í VEKS, at seta skjótast til ber.

Talan er um spennandi og mennandi størv, har tú arbeiðir við heilsurøkt til borgarar við ymiskum ellisavbjóðingum og m.a. demenssjúku. Tú verður upplærd/ur í at veita sjúkrarøkt. Tú arbeiðir í toymi saman við øðrum heilsurøktarum, heilsuhjálparum, ófaklærdum, sjúkrarøktarfrøðingum og terapeutum.

Starvsbrøkur 0,8 – ella eftir avtalu.

Størvini eru í blandaðum vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Arbeiðsstaður
2 størv hava arbeiðsstað:

  • Er á/út frá Røktarheiminum á Mørkini í Streymnesi, sum eisini fevnir um útiøkið í bygdunum í Sunda Kommunu á Streymoynni.

2 størv hevur arbeiðsstað:

  • Er á/út frá Korndalsbýlinum á Eiði, sum eisini fevnir um útiøkið í bygdunum í Eiðis og Sunda Kommunu á Eysturoynni.

1 starv hevur arbeiðsstað:

  • Er á/út frá Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í bygdunum í Vestmanna og Kvívíkar Kommunu.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Skipa og veita heilsufremjandi røkt.
  • Skipa fyri at eldri borgarin hevur ein virknan dagligdag.
  • Gera og fylgja røktagongdum sum eru lagdar fyri borgarar.
  • Veita sjúkrarøkt t.d. sárskift og injektiónir eftir upplæring.
  • Skjalfesta heilsurøkt og útinta sjúkrarøkt.
  • Veita palliativa røkt og sjúkrarøkt sambært røktarætlan.
  • Arbeiða í tvørfakligum toyminum.
  • Vera við í upplæring av starvsfólkum í heilsurøkt.
  • Luttaka í samrøðum við borgarar og avvarðandi.
  • Vegleiða lesandi.

Førleikar

  • Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
  • Góðan telduførleika
  • Megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn
  • Hevur góð evnir at samskifta
  • Vitan og førleikar innan demensrøkt
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Koyrikort til persónbil

Vit vænta at tú hevur áhuga at arbeiða innan eldraøkið, at viðvirka til at eldri fáa ein virknan dagligdag hóast aldursbroytingar. Hevur áhuga at arbeiða við kliniskum røktaraarbeiði, áhuga í at blíva upplærd at veita sjúkrarøkt og hevur áhuga í at viðvirka til, at menna røktina til eldri.

Vit kunnu bjóða:

  • Fjøllbroytt størv
  • Góða innleiðslu
  • Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
  • Møguleika fyri førleikamenning

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaður er Heimatænastan í VEKS, við arbeiðsstaði út frá omanfyri nevndu støðum.

Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/ Kommunala Arbeiðsgevarafalagið og Heilsurøktarafelagið.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til:

veks@veks.fo

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
FO-350 Vestmanna

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 18. mars 2025, kl. 12.00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

– Biritu B. Iversen, deildarleiðara í Heimatænastan Mørkin, á tlf. 793251.
– Tórgerð Jallgrímsdóttir, deildarleiðara í Heimatænastan Korndalsbýlinum, á tlf. 793234.
– Sunrid á Borg, deildarleiðara í Heimatænastan Grønanes, á tlf 217479.

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.

Líknandi størv

Dagligur leiðari   Faroe Islands nýtt
8. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið