Lýsing
Dámar tær at arbeiða við spennandi, fjølbroyttum uppgávum í einari vinnu, har nógv ferð er á, og hevur tú góð evni at skapa framdrátt, arbeiða sølufremjandi og vera ein partur av einum heilt ótrúliga góðum toymi?
So er tað kanska júst tær, vit leita eftir.
Sum Sølu- og ferðaráðgevi verður tú ein týðandi partur av okkara søludeild. 62°N er ein av fremstu ferðavinnu aktørunum í Føroyum, og hevur eitt fjøltáttað virksemi: ferðing út í heim, ferðing til og í Føroyum, samskipan av ráðstevnum, søla og ráðgeving av vinnuferðum, starvsfólkaútferðir o.m.a.
Vit merkja stóra framgongd og økt virksemi, og tí søkja vit nú eftir einum dugnaligum Sølu- og ferðarágeva til okkara søludeild.
Um starvið
Sum Sølu- og ferðarágevi verður tú ein virkin partur av søludeildini, og eitt bindilið ímillum ímillum kundan, veitarar og samstarvspartnarar.
- Uppgávurnar fevna m.a. um:
- Ráðgeving um ymisk ferðamál
- Søluarbeiði og uppsøkjandi søluarbeiði
- Hotell- og bilaleigu bíleggingar í samband við ferðing
- Charter bíleggingar
- Avgreiðslu av pakka- og bólkaferðum
- Kundatænastu og samskifti
- At skipa dagligar uppgávur og tryggja eitt høgt tænastustøði
- Nýhugsan og samanseting av nýggjum ferðum
- Fyrifallandi uppgávur í avgreiðsluni
Vit vænta at tú
- Hevur viðkomandi sølu royndir
- Hevur eitt gott yvirlit og dugir væl at samskipa og raðfesta uppgávur
- Megnar at leggaj til rættis og stýra egnum uppgávum og fyrispurningum
- Er tænastusinnað/ur
- Er nýhugsin og dámar at hava ábyrgd
- Er opin, fyrikomandi og dugir væl at samskifta
- Arbeiðir væl undir trýsti, og megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn
- Góðan málkunnleika til føroyskt, norðurlendskt og enskt
- Hevur teldukunnleika á brúkarastøði
- Hevur lokið HH-prógv, Studentsprógv ella líknandi miðnámsútbúgving
- Kunnleika til Amadeus bíleggingarskipanina er ein fyrimunur, men ikki ein treyt
Vit bjóða
Tú verður ein partur av einum sterkum toymi, har tú fær møguleika at gera mun. Tú kemur at arbeiða í einari spennandi vinnu, har nógv ferð er á og uppgávurnar fjølbroyttar. Tú verður partur av einum sterkum felagsskapi, har trivnaðurin altíð er í hásæti, og dentur verður lagdur á starvsfólkamenning.
Umsókn og freist
Talan er um eitt fulltíðar starv, við starvsetan skjótast gjørligt.
Send okkum tína umsókn og lívrensl (CV) í seinasta lagið er 6. februar 2026 á teldupost starv@62n.fo
Setanar- og lønarviðurskifti verða ásett eftir nærri avtalu og viðkomandi royndum.
Samband
Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Leivur Samuelsen, stjóra Tlf. 733 505 ella send ein teldupost til leivur@62n.fo