Hotel Føroyar
Lýsing
Enjoy leitar eftir einum sølu- og ferðaráðgeva at byrja í føstum starvi uml. 1. mars 2025.
Enjoy er ein føroysk ferðaskrivstova, ið bleiv sett á stovn í 2022, sum selir pakkaferðir til Føroya. Í løtuni er eitt fólk í føstum starvi við skrivstovu á Hotel Føroyum.
Arbeiðsuppgávurnar fevna um:
- At svara fyrispurningum
- At seta saman ferðir og senda tilboð
- At samskifta við gestirnar og teir ymisku ferðavinnuveitararnar í Føroyum
- At vera tøk/ur at loysa ymiskar avbjóðingar/broytingar, sum kunnu taka seg upp, meðan gestirnir eru í Føroyum
Vit vænta, at tú:
- hevur arbeiðsroyndir frá ferðavinnuni
- hevur HH prógv (sølubúskap og marknaðarføring) ella líknandi
- dugir at samskifta á donskum og enskum
- ert fleksibul, og megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn
Arbeiðsvikan er 30-40 tímar um vikuna (eftir avtalu). Løn verður sett eftir avtalu.
Umsóknarfreist: 8. desembur 2024.
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, ella vilt tú vita eitt sindur meira, so ert tú vælkomin at senda ein teldupost til helena@enjoy.fo / 217509.