Lýsing
Hevur tú áhuga fyri ferðavinnuni, Føroyum sum ferðamannalandi og kundatænastu?
So er tað kanska tær, vit leita eftir!
GreenGate Incoming leitar eftir nýggjum starvsfeløgum til okkara sølutoymi. Fyri rætta umsøkjaran er møguleiki fyri, at eitt av størvunum verður skipað sum eitt lærupláss.
GreenGate Incoming er ein føroysk ferðavinnufyritøka, ið skipar fyri og selur ferðaupplivingar í Føroyum, Íslandi og Grønlandi til kundar úr øllum heiminum.
Vit bjóða tær eitt spennandi og fjølbroytt starv, har tú verður ein partur av okkara toymi og fært møguleika at menna teg bæði fakliga og persónliga.
Arbeiðsuppgávur
Tú verður millum annað við til at
- sølu og samskipan
- menning av tilboðum
- bílegging av tænastum og upplivingum
- samskifta við okkara føroysku og útlendsku samstarvsfelagar
Vit vænta, at tú:
- hevur áhugað fyri Føroyum sum ferðamannaland
- ert ágrýtin, álítandi og hevur hug at læra
- hevur hollan telduførleika og góðan málkunnleika í norðurlendskum og enskum í bæði skrift og talu
- dugir væl við fólki og megnar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
- viðkomandi útbúgvin ella royndir er ein fyrimunur, men ikki eitt krav
Um tú søkir um lærupláss, vænta vit, at tú hevur lokið FHS ella miðnám, helst á búskaparbreyt.
Vit bjóða.
- Eitt spennandi og fjølbroytt starv í einari virknari ferðavinnufyritøku.
- Møguleika at arbeiða við kundum og samstarvsfeløgum úr øllum heiminum.
- Góðar starvsfelagar og eitt gott arbeiðisumhvørvi.
- Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning.
Størvini eru fulltíðarstørv. Løn sambært avtalu. Um lærlingur verður settur, er lærutíðin 2–3 ár, alt eftir hvørja útbúgving tú hevur frammanundan, og skúlagongdin fer fram á Glasir í Tórshavn.
Læruplássið verður lønt sambært galdandi sáttmála við Samverk.
Starvsbyrjan er sum skjótast, men vit bíða fegin efitr tí rætta.
Umsókn
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Elisabeth, á tlf. 55 05 28 ella elisabeth@greengate.fo.
Áhugaði kunnu senda umsókn, lívsrensl saman við møguligum prógvum og viðmælum til info@greengate.fo
Umsóknarfreistin er 23. August.