Brell
Lýsing
Vit leita eftir einum ábyrgdarfullum og dámligum, smílandi persóni, sum arbeiðir í caféini 40 tímar um vikuna.
Uppgávurnar eru at virka sum Barista og taka sær av øllum vanligum café uppgávum.
Eisini skal viðkomandi standa fyri innkeypi og leggja vaktir tilrættis.
Møguleiki er, hjá rætta persóninum, at gerast partaeigari í caféini.
Fyri at vita meira um starvið og møgileikar, ber til at seta seg í samband við Róa Jákupsson á tlf. 220800 og senda teldupost til brell@brell.fo