Sorella
Útgivið
18. maj 2026
Útgongur
1. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Brennur tú fyri móta? Er tú ruddilig? Sjálvstøðug? Yvir 18 ár? So er hettar akkurát nakað fyri teg!

Arbeiðsuppgávurnar fevna um at avgreiða og vegleiða kundar í klædnakeypinum, halda handilin reinan og ruddiligan, pakka upp nýggja vøru, verða virkin á okkara facebook, instagram og tik tok, avgreiða bíleggingar á nethandlinum osfv.

Talan er um eitt starv sum svarar til hálva tíð, men møguliga meira í summarferiuni. Arbeiðstíðirnar eru soleiðis, at man arbeiður hósdag til mikudag, og so eina viku frí. Eisini er tað annan hvønn leygardag.

Upplatingartíðirnar eru Mána-hósdag frá 10-17:30, fríggjadag frá 10-18 og leygardag frá 10-14.

Send tína umsókn til sorella@sorella.fo!

Spurningar? Skriva til 266074

Líknandi størv

18. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið