Lýsing
Barnaverndartænastan við Skálafjørðin søkir eftir trimum sosialráðgevum. Størvini eru leys at søkja til setan 1. Juni 2026 ella skjótast gjørligt. Talan er um trý føst størv fulla tíð, við møguleika fyri niðursetta tíð.
Barnaverndartænastan við Skálafjørðin er eitt samstarv millum Nes, Sjóvar og Runavíkar kommunu, og vit halda til í hølum á Mýravegi 26 í Runavík. Á deildini starvast seks fólk, sosialráðgevar, skrivari og leiðari.
Arbeiðið snýr seg um at tryggja, at børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa rætta hjálp og umsorgan til røttu tíð.
Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.
Arbeiðsuppgávur
- málsviðgerð, kanningar og samrøður við børn og vaksin
- fyrireika mál til viðgerð í Barnaverndarnevndini
- samskipa og samstarva tvørfakliga við aðrar myndugleikar
- vera við í vaktarskipan hjá Barnaverndartænastuni
Vit ynskja okkum starvsfólk, sum
- hava góð samskiftis- og samstarvsevni
- vilja samstarva og duga at síggja loysnir
- tola at arbeiða undir trýsti
- hava yvirlit og kunna arbeiða sjálvstøðugt
Førleikakrøv
- Útbúgving sum sosialráðgevi
- Neyðugt er at hava koyrikort
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og CV skal sendast umvegis starvslýsingina við at trýsta á leinkjuna her: https://alfred.fo/starv/sosialradgevar-til-barnaverndartaenastuna-vid-skalafjoerdin í seinasta lagi 13. apríl 2026.
Um ikki nóg nógvir umsøkjarar søkja starvið, tilskilar Barnaverndartænastan við Skálafjørðin sær rætt til at søkja av nýggjum.
Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Barnaverndartænastan skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Katrin Dam, leiðara fyri Barnaverndartænastuna, á tlf. 237098.
Nes, Sjóvar- og Runavíkar kommuna samstarva um Barnaverndartænastuna sambært lóg um barnavernd. Í kommununum búgva á leið 7.000 fólk.