Tórshavnar kommuna
Útgivið
25. juli 2024
Útgongur
18. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu søkir eftir einum ágrýtnum og nærlagdum sosialráðgeva at byrja 1. oktober 2024. Talan er um eitt fast starv á 39 tímar um vikuna, og sum er ein uppnormering á deildini.
Um starvið

Barnaverndartænastan er partur av Sosialu deild, sum aftur er partur av Trivnaðarfyrisitingini. Á deildini verður tú partur av einum tvørfakligum toymið við 13 sosialráðgevum, 5 familjuráðgevum, 2 sálarfrøðingum og 2 skrivarum umframt leiðslu.

Talan er um eitt spennandi starv, har arbeitt verður fyri at børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggjan uppvøkstur. Dentur verður lagdur á týdningin í samstarvinum við børn og foreldur teirra.

Í barnaverndartænastuni verður arbeitt sambært lóg um barnavernd, og fevnir arbeiðið m.a. um málsviðgerð, kanningar og samrøður við børn og vaksin. Harumframt at seta fyriskipanir í verk og leggja tilmælir fyri barnaverndarnevndina. Í barnaverndartænastuni verður støðugt arbeitt við at menna tær fyriskipanir, sum verða settar í verk við møguleika fyri at stovna heilt nýggjar loysnir. Arbeiðið tekur útgangsstøðið í háttalagnum Signs of Safety við stórum fokusi á at inndraga barnið og familjuna. Stórur dentur verður lagdur á, at tú hevur hug at gerast partur av hesum arbeiðinum.

Í barnaverndartænastuni er tað umráðandi at hava fokus á at menna tvørfakliga og fyribyrgjandi arbeiðið á økinum, eitt nú gjøgnum SSP arbeiðið, umframt skúla- og dagstovnasamstarv.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

14. oktober 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið