Barnaverndartænastan í Vágum
Útgivið
7. november 2023
Útgongur
21. november 2023
Staður
Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
bvt@vaga.fo

Lýsing

Barnaverndartænastan í Vágum søkir eftir sosialráðgeva, at byrja 1 januar 2024 ella skjótast til ber. Talan er um eitt fast starv fulla tíð, men møguleiki er fyri niðursettari tíð.

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.

Endamálið við barnaverndartænastuni er at tryggja, at børn, sum vaksa upp undir viðurskiftum, ið kunnu skaða heilsu teirra og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan rættstundis, og harvið at hjálpa til ein tryggan uppvøkstur.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir um málsviðgerð av barnaverndarmálum.

Hetta snýr seg m.a. um

  • At hava samrøður við børn og foreldur
  • At fara á heimavitjanir
  • At stuðla og ráðgeva børnum og familjum teirra
  • At seta neyðugar fyriskipanir í verk
  • At skipa fyri tvørfakligum samstarvi við samstarvspartnarar hjá Barnaverndartænastuni
  • At fyrireika mál og tryggja barnaverndarnevndini fakliga væl undirbygd tilmæli
  • At gera tilmæli til Føroya Kærustovn
  • At vera SSP-økissamskipari

Somuleiðis skal tann, sum settur verður, kunna vera við í vaktarskipanini hjá Barnaverndartænastuni.

 

Vit leita eftir starvsfelaga, ið:

  • Er ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Dugur at arbeiða í toymi og at arbeiða sjálvstøðugt
  • Hevur góð evni at samstarva og samskifta
  • Megnar at seta seg inn í støðuna hjá familjum og hjálpa teimum út frá hesum
  • Dugir væl at orða seg, bæði í skrift og talu
  • Dugir væl at leggja til rættis, samskipa og hava yvirlit
  • Tolir at arbeiða undir trýsti

 

Førleikakrøv
Útbúgving sum sosialráðgevi
Royndir innan almenna fyrisiting kann vera ein fyrimunur
Royndir við 360 journalskipan kann vera ein fyrimunur

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er at fulla tíð, 39 tímar um vikuna, men serstøk avtala verður gjørd um ynski er at arbeiða niðursetta tíð.

Starvsstaðurin er á kommunuskrivstovuni hjá Vága kommunu í Sandavági.

Løn og setanarviðurskifti eru eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið, KAF.

Umsókn:
Umsókn saman við prógvum og CV skal vera Barnaverndartænastuni í hendi, í seinasta lagi týsdagin 21. novembur 2023, og skal sendast í telduposti til bvt@vaga.fo ella sum bræv til

Barnaverndartænastan í Vágum
Hammershaimbsvegur 1
FO- 360 Sandavágur.

Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar Barnaverndartænastan sær rætt til at søkja av nýggjum.

Nærri upplýsingar
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Áslu Leilu B. Johansen, leiðara fyri Barnaverndartænastuna í Vágum á telefon 794430 ella umvegis teldupost á aslaj@vaga.fo

 

Sørvágs og Vága kommunur reka felags barnaverndartænastu sambært lóg um barnavernd. Barnaverndatænastan í Vágum er mannað av einum leiðara, tveimum sosialráðgevum/málsviðgerum, einum familjuráðgeva og einum skrivara.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið