Lýsing
Spennandi starv sum timburmaður/bygningssnikkari
Vit hava økt virksemi á fleiri byggiplássum, og vit søkja tí eftir fleiri timburmonnum og bygningssnikkarum at byrja skjótast gjørligt.
Krøv og væntanir til tín
- tú ert útlærd/ur timburmaður, bygningssnikkari ella líknandi - fyrimunur um tú hevur royndir sum formaður ella sjakbajsur
- tú leggur æru í at avrika dygdarhandverk
- tú er ágrýtin í arbeiðnum og jalig/ur
- tú hevur góð samstarvsevnir
- tú ert fleksibul í gerandisdegi við skiftandi arbeiðsuppgávum
Um starvið
Vit bjóða spennandi uppgávur og ein vælskipaðan arbeiðsdag í toymum við timburmonnum, bygningssnikkarum, lærlingum og øðrum arbeiðsfólki.
Dentur verður lagdur á trygd og trivnað millum starvsfólk, samstundis sum vit útinna eitt vælgjørt arbeiði.
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar timburuppgávur á størri og smærri byggiplássum.
Løn sambært avtalu.
Søk starvið
Umsókn við avriti av prógvum og lívsgongdarlýsing (CV) skal sendast til teldupostadressu: eysturlon@eysturlon.fo ella til postadressu: Eysturlon, Smyrilsvegur 3, 100 Tórshavn
Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til Jógvan Hans Østerø, stjóra, á tel. 284256.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 1. juni 2021 – men søk gjarna áðrenn, tí vit viðgera umsóknirnar so hvørt tær koma inn.
Meiri um Eysturlon
Eysturlon er byggifyritøka við timbur- og snikkaraarbeiði sum serøki. Fyritøkan varð stovnað í 1982, og í dag starvast um 50 starvsfólk hjá okkum. Vit arbeiða á fleiri byggiplássum í Havn og á Streymoynni, so møguleiki verður at royna ymsar arbeiðsuppgávur innan timburhandverkið.