Lýsing
Hevur tú áhuga fyri havlívfrøði, royndir innan havlívfrøði, kunnleika til føroyskan fiskiskap, verið til skips ella líknandi? Nú er eitt fjølbroytt og spennandi starv sum biologassistentur leyst at søkja á Tilfeingisdeildini hjá okkum.
Starvsstaðið er á Havstovuni og umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra.
Kjarnuvirksemið á Tilfeingisdeildini á Havstovuni er at gera nýggjar kanningar um fiskatilfeingi og at fylgja við gongdini í fiskastovnum, sum føroyska samfelagið hevur áhuga í.
Dámar tær væl at rokast, men hevur samstundis áhuga og bindindi at arbeiða við smálutum, so fer starvið sum biologassistentur á Havstovuni at passa væl til tín.
Arbeiðsøkið
- Tú verður biologassistentur á Tilfeingisdeildini. Høvuðsarbeiðið er fiskakanningar.
- Tú fert at aldursgreina fisk í toymi við øðrum biologassistentum. Eisini fert tú at taka prøvar av fiski bæði á rannsóknarskipi, á Havstovuni og møguliga á landingarmóttøkum kring landið.
- Tú fert at sigla við Jákup Sverra á ymiskum rannsóknartúrum, har arbeiðið kann vera fysiskt krevjandi.
- Tað kann henda, at tú skalt við øðrum skipum at gera kanningararbeiði.
- Tú eigur at rokna við, at tíðin umborð á skipi tekur tveir-tríggjar mánaðir spjatt yvir árið.
- Tú fert at gera annað fyrifallandi arbeiði eisini.
Setanartreytir
Ongin beinleiðis treyt er til útbúgving. Tó eru navigatørútbúgving, royndir til sjós, styttri útbúgving innan lívfrøði ella tilfeingi – ella bert áhugi fyri havlívfrøði góður førningur til starvið sum biologassistentur.
Góð evni at samstarva er ein fortreyt í okkara granskingarumhvørvi við nógvum ymiskum virksemi og fakbólkum.
Løn sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsókn við avritum at prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 18. mars 2025 kl. 12.
Umsókn skal sendast í telduposti til Havstovuna frámerkt ”Starv” á starv@hav.fo.
Um Havstovuna: Á Havstovuni arbeiða vit við at granska, kenna og ráðgeva um fiskiskap og havumhvørvið í teimum økjum, har Føroyar hava fiskiveiðuáhugamál. Havstovan hevur sostatt nógva vitan um lívfrøðiliga ríkidømið, sum føroyski búskapurin stendur á.
Á Havstovuni verður granskað í øllum teimum viðurskiftum, sum hava týdning fyri livilíkindini hjá sjófeinginum kring Føroyar. Í hesi gransking leggur Havstovan seg eftir góðari prøvatøku innan bæði hav- og lívfrøði.
Aftrat vanliga arbeiðinum arbeiðir Havstovan við fleiri verkætlanum. Summar av hesum ger stovnurin einsamallur, meðan aðrar verða framdar í samstarvi við føroyskar ella útlendskar granskingarstovnar og/ella vinnuna. Verkætlanirnar eru oftast fíggjaðar uttan fyri Havstovuna. Á Havstovuni arbeiða 34 starvsfólk og umborð á okkara havrannsóknarskipi Jákup Sverra arbeiða 16 sjófólk.