Lýsing
Dámar tær at veita góða tænastu, og hava góðar starvsfelagar? Vit á Effo støðini í Klaksvík sóknast eftir einum kundavinarligum og fryntligum starvsfelaga, sum trívist í einum ferðmiklum og fjøltáttaðum arbeiðsplássi.
Um starvið
Arbeiðið fevnir um kassaavgreiðslu, tilgerð av skundverðum, samskifti við veitarar og nakað av fyrisitingarligum arbeiði. Um tú hevur royndir innan matstovu/handil og kundatænastu, er tað fyrimunur, men ikki eitt krav.
Arbeiðstíðin er 30-35 tímar um vikuna og fevnir um morgun- og dagvaktir.
Vit ímynda okkum, at tú:
- ert arbeiðssom/samur, og hevur gott og jaligt lag
- ert tænastusinnað/ur
- kanst arbeiða sjálvstøðugt og við ábyrgd
- trívist í einum arbeiðsplássi, har ongin dagur er eins
Umsókn
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við støðleiðaran Bryndis Simonsen á 506270.
Skrivlig umsókn við upplýsingum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. mai.
Ynskiligt er at viðkomandi byrjar beinanvegin.
Send umsókn til hr@effo.fo