Lýsing
Talan er um fulltíðarstarv at seta skjótast til ber. Arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum. Starvsstaðurin er í Klaksvík.
Arbeiðsuppgávur
Verkstaðið á Brekku er eitt arbeiðspláss fyri fólk við menningartarni, sum ikki kunnu røkja arbeiði á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum.
Á verkstaðnum eru tríggjar deildir: seymideild, ítrivsdeild og timburdeild. Í løtuni hava umleið 30 borgarar arbeiðstilboð á verkstaðnum, og seks starvsfólk við námsfrøðiligari ella handverkaraútbúgving eru í starvi. Í arbeiðinum fert tú at brúka vanligar snikkaramaskinur.
Námsfrøðiliga arbeiðið liggur í at menna borgararnar gjøgnum arbeiðsuppgávurnar og at arbeiða fram ímóti at stuðla teimum, sum megna tað, at taka á seg arbeiði á vanliga arbeiðsmarknaðinum.
Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er