Lýsing
Starvsfólk til køkin
Tá Angus Steakhouse í Tórshavn seinni í summar letur upp í nýggjum hami, hava vit tørv á at víðka um starvsfólkahópin hjá okkum.
Matstovan í Tórshavn hevur altíð verið væl vitjað, bæði gerandisdagar og í vikuskiftinum. Afturat matstovuvirkseminum, selja vit nógvan mat út úr húsinum, og verður hetta eisini ein týðandi partur eftir umbyggingina.
Vit ganga høgt uppí, at starvsfólk okkara eru tænastusinnað og góðskutilvitað, og vænta vit sjálvandi eisini hetta av komandi starvsfeløgunum. Tað er umráðandi, at starvsfólk okkara duga at arbeiða skipað og til tíðir undir trýsti, og av tí at vit samskifta nógv við gestir og starvsfelagir í gerandisdegnum, er tað eisini ein fyrimunur, at tú ert sosial/ur og fyrikomandi.
Vit hava tørv á hesum starvsfólkunum:
- Starvsfólk at arbeiða fulla tíð í køkinum í skiftandi vaktum
- Hjálparfólk til køkin.
Tú kemur at arbeiða onkrar seinnapartar og væntandi annaðhvørt vikuskifti. Stórur dentur verður lagdur á, at tú hevur góð samstarvsevni, og at tú ert tilvitað/ur um góðsku, reinføri og heilsufrøði.
Útbúgving er ikki neyðug, hevur tú áhuga fyri mati og matgerð, ert tú vælkomin at søkja.
Størvini verða væntandi sett í viku 26.
Kundi tú hugsað tær at verið partur av køkstoyminum, tá vit lata upp aftur, kanst tú senda tína umsókn umvegis síðuna https://starv.sms.fo/Vacancy/Index/1098.
Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Sally Rasmussen, stjóra, á 233420.