Lýsing
Hevur tú hug at verða partur av einum livandi og kundavendum handli? Vit í Á-handlinum við Sundsvegin leita eftir einum dugnaligum og álítandi starvsfólki til tíðaravmarkað starv í eitt ár. Talan er um fulltíðarstarv, men møguleiki er eisini at arbeiða niðursetta tíð.
Starvið
Sum starvsfólk hjá okkum verður tú partur av gerandisdegnum í handlinum og kemur at arbeiða við øllum vanligum uppgávum. Tú fært eisini ábyrgd av einum ávísum parti av handlinum.
Arbeiðsuppgávur
- At avgreiða kundar og tryggja kundanum eina góða handilsuppliving
- At bíleggja og fylla handilin við vørum og tryggja, at hillarnar síggja gott út
- At arbeiða tætt saman við leiðaranum og hinum í toyminum fyri at tryggja, at handilin verður væl rikin og kundin væl nøgdur
- Aðrar fyrifallandi uppgávur
Vit vænta, at tú
- Ert álítandi, fyrikomandi og røkin
- Kann arbeiða sjálvstøðugt eins og saman við øðrum
- Trívist við at hava ábyrgd og taka initiativ
- Ert fleksibul og klár/ur at taka eitt eyka tak, tá ið tað krevst
Vit bjóða
- Eitt spennandi og mennandi arbeiðsumhvørvi
- Góðar starvsfelagar og góða upplæring
- Møguleika fyri menning og ábyrgd eftir tørvi og evnum
Setanar- og arbeiðstreytir
Løn og treytir verða ásett eftir nærri avtalu og í samsvari við royndir og førleikar.
Soleiðis søkir tú
Tú søkir við at senda eina stutta umsókn og møgulig viðkomandi skjøl til starv@ahandil.fo
Starvið verður sett skjótast til ber, og umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Hevur tú spurningar um starvið? Ring til Hallbjørg Haraldsen á tlf. 214252 fyri at hoyra meira.