Lýsing
Til Bónus á Tvøroyri leita vit eftir einum fryntligum og fyrikomandi starvsfólki, ið leggur í at geva kundunum bestu innkeypsupplivingina.
Tú kemur millum annað at avgreiða kundar við kassan, at fylla vørur út í handilin, og at syrgja fyri, at handilin er snøggur og innbjóðandi.
Talan er um eitt starv á áleið 35 tímar um vikuna, har arbeiðstíðin vanliga er í dagtímunum frá kl. 8.00 til kl. 16.00 mánadag til fríggjadag og fjórðahvønn leygardag.
Vit hava ein góðan starvsfólkahóp, har vit í felag loysa dagligu uppgávurnar.
Vit ynskja av tær, at tú er vinarlig/ur, og at tú hevur lætt við at samskifta við starvsfelagar og kundar 🙂
Ert tú áhugað/ur í at gerast partur av toyminum, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna her: https://sms.totalview.cloud/recruitment/Application/Index/2336.
Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Bjarmu Lisberg, handilsleiðara, á telefon 233447.