Tórshavnar kommuna
Lýsing
Vilt tú verða partur av einum fantastiskum starvsfólkahópi og hava ávirkan á námsfrøðiliga virksemi í gerandisdegnum? So er tað júst tær, vit leita eftir!
Vit søkja eftir einum námsfrøðingi á 30-37 tímar um vikuna at byrja 3. november 2025 ella eftir nærri avtalu.
Um ongin námsfrøðingur søkir starvið, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.
Um tú ynskir at royna teg sum avloysara hjá okkum, ert tú vælkomin at venda tær til stovnsleiðaran.