Krás
Útgivið
28. september 2025
Útgongur
5. oktober 2025
Staður
Faroe Islands
Slag
Fast starv, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit á Krás leita eftir einum álítandi starvsfelaga til okkara framleiðslu í Hósvík, har vit framleiða og viðgera kjøt til handlar og veitarar kring alt landið.

TÍNAR ARBEIÐSUPPGÁVUR UMFATA M.A.:

  • At skera ymiskt kjøt til handlarnar, t.d. kotelettir, búffar og aðrar skeringar
  • At gera ymiskar útskeringar og serbíleggingar til okkara vistveitingarkundar
  • At hjálpa til við pakking og annað fyrifallandi arbeiði, tá tørv er á tí

VIT VÆNTA, AT TÚ:

  • Ert røkin, ágrýtin og hevur eitt gott handalag
  • Ynskir at hjálpa til, har tørvur er á tí
  • Dámar at arbeiða saman við øðrum
  • Tað er eisini ein fyrimunur, um tú skilur føroyskt

VIT BJÓÐA TÆR:

Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum.

Arbeiðstíðir: Gerandisdagar kl. 07.00 – 15.00 (mánadag tó kl. 06.00 – 14.00).

Lønar- og setanarviðurskifti eftir avtalu.

UM KRÁS

Krás hevur síðani 1986 framleitt og veitt kjøtvørur til føroyingar. Úrvalið av Krásvørum er fjølbroytt og fevnir bæði um føroyskan viðskera og feskan og frystan døgurðamat. Vit leggja stóran dent á góðsku, reinføri og handverksligar dygdir. Vit húsast í Hósvík, har uml. 15 starvsfólk dagliga starvast.

UMSÓKN OG SAMBAND

Send umsókn og lívsrensl til hr@ph.fo í seinasta lagi sunnudagin 5. oktober 2025.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við

Ásbjørn A. Midjord, leiðara á Krás, á tlf. 23 53 60 ella asbjorn@ph.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið