P/F Dvøljan
Útgivið
7. september 2026
Útgongur
21. september 2026
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Dámar tær at fáast við bæði kundatænastu og lættari matgerð? So ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi í Horninum í SMS.

Vit leita eftir einum álítandi, arbeiðssomum og tænastusinnaðum starvsfelaga at starvast fulla tíð ella parttíð. Hornið er ein livandi og hugnaligur partur av SMS, har vit hvønn dag bjóða gestum okkara góðar kaffi- og tedrykkir, lættan mat og góða tænastu. Samstundis eru vit í gongd við at menna og víðka um matarlepan, og tí hava vit tørv á fleiri góðum hondum í toyminum.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um:

  • At taka ímóti bíleggingum og veita góða tænastu til gestir okkara
  • At gera kaffi-, te- og aðrar drekkivørur
  • Matgerð og fyrireiking av ymiskum rættum saman við hinum í køkinum
  • At syrgja fyri, at kafein altíð er rein, innbjóðandi og klár at taka ímóti gestum
  • Vanligt køks- og reingerðararbeiði

Vit vænta, at tú:

  • Trívist í einum arbeiðsumhvørvi við høgari ferð
  • Er tænastusinnaður og fyrikomandi
  • Arbeiðir skipa og hevur eyga fyri dygd og reinføri
  • Hevur lætt við at samstarva við onnur

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá kafé, matstovu ella køki, men tað er ikki ein treyt. Vit læra teg tað, tú hevur brúk fyri at vita.

Send okkum tína umsókn her
Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Katrin Káradóttir, stjóra, á telefon 233425

Sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið