
Johnson Controls Thorshavn
Lýsing
Vegna økt virksemi leita vit eftir starvsfólki at byrja beinanvegin, í starvi hjá Johnson Controls, ella eftir nærri avtalu.
Starvsøki:
Johnson Controls hevur eitt breitt arbeiðsøki, ið millum annað fevnir um:
- Veita alla tænastu og viðlíkahald, av køli og frystiskipanum runt í Føroyum
- Uppsetan av nýggjum køli og frystiannleggi
Førleikakrøv:
Vit vænta, at tú:
- Hevur viðkomandi útbúgving sum maskinsmiður, rørleggjari, kølimontør sveisari, eletrikari ella líknandi útbúgving er ein fyrimunur.
- Koyrikort til persónbil er neyðugt.
Vit bjóða tær eitt spennandi starv, við stórum og smáðum uppgávum. Vit vanta, at tú ert røkin, álítandi og dugir væl at samskifta og samstarva við okkara kundar. Løn sambart avtalu.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Allan Joensen, tlf 216234 ella teldupost allan.joensen@jci.com