Hilton Garden Inn
Útgivið
7. august 2026
Útgongur
17. august 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Vit leita eftir ágrýtnum og sjálvbjargnum starvsfólki til okkara kantinuvirksemi at arbeiða 30-35 tímar um vikuna.

Vit hava økt um okkara kantinuvirksemi og hava nú tørv á fryntligum starvsfólk til at hava ábyrgd av at passa dagliga kantinuvirksemið. Talan er ikki um matgerð, men um at passa og viðlíkhalda sjálvtøkuborð á kantinunum umframt at vera um reinførið og hava eitt eyga á smálutum.

Tú tekur móti gestum við einum smíli, og er ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá okkara viðskiftafólki. Tí er tað umráðandi:

  • At tú ert ábyrgdarfull/-ur og hevur eyga fyri smálutum
  • At tú arbeiðir sjálvstøðugt
  • At tær dámar væl at vera millum fólk hvønn dag
  • At tú dugur væl at samskifta bæði við viðskiftafólk og starvsfelagar
  • At tú hevur lætt til smíl

Vit bjóða:

  • Eitt fjølbroytt og sosialt starv
  • Eitt starv í einari deild í stórari menning
  • Eitt gott og væl skipa arbeiðsumhvørvi'
  • Góðar starvsfólkaágóðar

Setan
Starvið verður sett eftir avtalu. Starvsstaðurin verður á ein av kantinum okkara í Tórshavn.

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til starv@hiltongardeninn.fo skjótast gjørligt og í seinasta lagi 17. august 2026. Vit halda samrøður leypandi. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú hava meira at vita?

Set teg so í samband við Alexandru á Bøgarði, á Alexandra@hiltongardeninn.fo ella á tlf. 599570

Um okkum:
Hilton Garden Inn Faroe Islands er altjóða hotellið í Føroyum. Vit leggja dent á góðar gestaupplivingar og framúr góða tænastu. Hotellið er partur av heimsumfevnandi og navnframu Hilton-ketuni, ið hevur 283 mió. fólk í sínum kundanetverki og sum kann draga kundar til Føroya úr m.a. Asia og USA, har Hilton-ketan er serliga sterk. Hotellið hevur 130 kømur, matstovuna Hallartún og góðar ráðstevnu- og fundarumstøður umframt kantinu- og vistveitingarvirksemi.

Líknandi størv

Maskinførari til norðurøkið   Faroe Islands nýtt
7. august 2026
7. august 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið