Lýsing
Vit leita eftir einum røskum og ágrýtnum starvsfólki til køk okkara í Tórshavn at byrja skjótast tilber.
Um starvið
Sum partur av okkara deild fært tú ábyrgd av dagliga køksrakstrinum. Arbeiðið fevnir millum annað um:
- Fyrireiking av morgunmati og frokosti
- At seta á borðið og rudda av
- At standa fyri innkeypi
- At leggja arbeiðið og matarskrá til rættis
Starvið er sjálvstøðugt, og tú fært ávirkan á, hvussu arbeiðið verður skipað.
Arbeiðstíð og treytir
- Uml. 30 tímar um vikuna
- Gerandisdagar millum kl. 8.30 og 14.30
- Arbeiðstíðir kunnu tillagast eftir avtalu
- Løn sambært avtalu
Vit vænta, at tú:
- Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
- Arbeiðir røkið og skipað
- Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
- Hevur áhuga fyri mati og trivnaði
Vit bjóða:
- Eitt sjálvstøðugt starv við ábyrgd
- Møguleika at seta tín egna dám á matarskránna
- Umsókn
Um tú ert áhugað/ur í starvinum ella hevur spurningar, so kanst tú seta teg í samband við Daniel H. Dam á tel. 230115. Skrivlig umsókn eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. August.
Søk starvið her: https://vonin.totalview.cloud/recruitment/Vacancy/Index/7