Sev
Útgivið
16. januar 2026
Útgongur
30. januar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit sóknast eftir einum kt-fólki til KT-trygd, at byrja beinan vegin.

Starvið
KT-trygd tekur sær av at hava eftirlit við - og betra um KT-Trygdina hjá Sev. Vit samstarva við allar deildir hjá Sev og eftirhyggja kt-loysnir við kt-trygdarbrillum. Vit arbeiða samstundis í tøttum samstarvi við okkara DPO um dátuvernd.

Uppgávurnar eru í høvuðsheitum at seta seg inn í, hvussu ymsu deildirnar brúka KT sum amboð, hvussu tað er uppsett og verður nýtt. Vit eru í holt við at íverkseta ISO27001 standardin.

Fyrireikingar til nýggju Nettrygdarætlanina er ein partur av arbeiðinum umframt at hava eftirlit av avtalum við veitarar. Uppgávurnar fevna eisini um ger av politikkum og mannagongdum til ymsu økini.

Tað eru trý størv á deildini.


Vit vænta at tú

  • hevur útbúgving og royndir við kunningartøkni
  • kennir til váðastýring innan KT
  • hevur royndir við at arbeiða miðvíst við governance og compliance
  • kennir til Wired Relations
  • hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir
  • ert von/vanur við at arbeiða sjálvstøðugt
  • ert framsøkin og tænastusinnað/-ur
  • ert fleksibul og hjálpsom/-samur
  • dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu

Sev
Hjá Sev stremba vit eftir, at starvsfólk trívast og mennast, og at tað er javnvág millum arbeiði og familjulív. Tú fært upplæring í øllum viðkomandi skipanum í tøttum samstarvi við starvsfelagarnar.

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvsstaðið er á Landavegi 92, og tú vísir til leiðaran fyri KT-trygd. Setanar- og lønarviður-skifti eru sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið.

Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Nikolas Olsen, leiðara fyri KT-trygd, á teldupostadressuni nso@sev.fo. Umsóknarfreistin er 30.januar Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: Starvsfólk til KT-trygd.

 

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið varð stovnað 1. oktober 1946.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið