Lýsing
Brennur tú fyri ferðavinnu, og hevur tú eisini hegni og vilja til at veita okkara viðskiftafólki fyrstafloks tænastu? So er tað møguliga tær, vit leita eftir til okkara Sølu & Kundatænastu.
Atlantic Airways er ein dynamisk altjóða fyritøka, har kundatænasta og -røkt í heimsflokki eru hornasteinur undir øllum tí, vit gera. Hetta er ikki bara neyðugt, men altavgerandi fyri, at vit framhaldandi kunnu reka og menna okkara tjóðarflogfelag, har vit knýta Føroyar at umheiminum og gera Føroyar atkomuligar.
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, so hevur tú nú møguleikan at gerast partur av og vera millum tey hepnu, ið hava dagligt samband og beinleiðis samskifti við okkara viðskiftafólk.