Kvinnuhúsið
Útgivið
5. juni 2025
Útgongur
19. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Til at byggja upp og samskipa nýggja hjálparlinju, sum skal veita dulnevnda harðskapsráðgeving gjøgnum telefon, kjat og heimasíðu, íroknað viðgerð fyri fremjarar, tørvar okkum eitt eldhugað harðskapsfakligt starvsfólk til at byrja 1. august 2025.

Endamálið við hjálparlinjuni er at lætta um atgongd til hjálp í samband við harðskap. Hjálparlinjan fer at venda sær til harðskapsrakt, bæði kvinnur og menn, avvarðandi, fakfólk og fremjarar.

Hjálparlinjan verður løgd inn í verandi virksemi hjá Kvinnuhúsinum og skipað sum partur av bygnaði við ráðgeving, kreppumiðstøð og vitanardepli. Eftir ætlan letur hjálparlinjan upp fyrst í januar 2026.

Fakfólkið, sum okkum tørvar, skal hava námsfrøðiliga, sosialfakliga ella heilsufakliga útbúgving (3,5-4 ár) og drúgvar praktiskar arbeiðsroyndir innan harðskapsøkið. Starvsfólkið kemur at starvast sum ráðgevi, og skiftir við hinar ráðgevarnar. Hetta fyri at fáa breidri fatan av arbeiðnum og djúpri innlit í fakið.

Arbeiðast skal við nýggjum samleika, hondbók til hjálparlinjuna skal mennast og kunningartiltøk um nýggju tilboðini skulu fyrireikast. Harumframt skal heimasíðan mennast í tøttum samstarvi við Vitanardepilin og leiðaran.

Vit vænta, at tú hevur góð samstarvsevni, hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar uppgávur, evni til at leggja fakliga og praktiska arbeiði til rættis og førleikar til at samskipa dagliga arbeiðið. Tað er neyðugt, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, í tvørfakligum samstarvi, eins og við aðrar stovnar og myndugleikar. Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og umfata alt frá praktiskum arbeiði til at greina ofta samansettar trupulleikar.

Arbeiðsuppgávur í fyrireikingartíðini

  • At ganga á odda fyri og skipa menningina av hjálparlinjuni
  • At menna eina hondbók til hjálparlinjuna
  • At skipa fyri skeiðum í mun til hjálparlinjuna
  • At standa fyri og luttaka í upplýsing, kunning og undirvísing
  • At menna innihald til heimasíðuna
  • At arbeiða við samleika, virðisgrundarlagi, missión og visjón saman við leiðara
  • At samskifta og samstarva við myndugleikar og aðrar stovnar
  • Hevur ábyrgd av at menna og samskipa tilboð til fremjarar

Arbeiðsuppgávur eftir fyrsta januar 2026

  • At arbeiða uppá skift við hinar ráðgevarnar
  • At veita ráðgeving og vegleiðing um sosial- og onnur rættindi
  • At veita psykoedukatión um harðskap, avleiðingar av harðskapi og harðskapsdynamikkum
  • At gera greiningar av ofta samansettum trupulleikum
  • At samskifta og samstarva við viðkomandi stovnar og myndugleikar
  • At hava einstaklinga- og bólkasamrøður, sjálvhjálparbólkar og eftirvernd
  • At luttaka í kunnandi virksemi, miðlan og undirvísing innan harðskap
  • At íverkseta nýggj tiltøk
  • At planleggja skemu og arbeiðsyvirlit í samráð við leiðaran

Førleikakrøv

  • Tú hevur viðkomandi útbúgving og drúgvar royndir at arbeiða við menniskjum í kreppu
  • Tú hevur góðar námsfrøðiligar eginleikar:
    • Ert før/ur fyri at lurta, stuðla og vegleiða – einstaklingum og bólkum, alt eftir teirra tørvi
    • Hevur royndir at samskifta við børn
    • Kanst skapa eitt trygt og mennandi umhvørvi á Kreppumiðstøðini
    • Ert reflekterandi, hevur empatiskar førleikar og dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka
  • Tú megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn, hevur yvirlit og evni til at raðfesta
  • Tú hevur góðar samstarvs- og samskiftisførleikar og evni til at samskipa í tøttum samstarvi við leiðaran
  • Tú ert tolin og dugir væl at samskifta
  • Tú hevur evni at miðla harðskapsfakliga vitan skrivliga og munnliga, bæði til einstaklingar og bólkar
  • Tú ert opin mótvegis fólki við aðrari mentan
  • Tú hevur góðar Kt-førleikar
  • Tú ert fleksibul og tolir broytingar

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv við setan frá 01.08.2025.

Arbeiðstíðin er í høvuðsheitum yrkadagar millum kl. 8 – 21, tó so koma nakrir tímar at liggja uttanfyri hesi tíðspunkt. Løn sambært avvarandi fakfelag. Krav er um barnaváttan.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til leiðaran, Eyðvør Tausen Olsen tlf. 28 72 00 yrkadagar millum kl. 12 - 17 ella við at skriva til eydvor@kvinnuhusid.fo

Umsóknarfreistin er 19.06.2025 kl. 23:59. Umsóknir við CV og avritum av prógvum skulu sendast til starvkvinnuhusid@gmail.com

Setanarsamrøður verða í viku 27.

Um Kvinnuhúsið
Kvinnuhúsið hevur fleiri ymisk tilboð til fólk, sum eru ella hava verið fyri harðskapi í parlagi ella nærsambondum. Talan er um Kreppumiðstøð, har kvinnur við ella uttan børnum kunnu gista í avmarkaða tíð. Harðskapsráðgeving, Liv uttan harðskap, fyri kvinnur, menn og avvarðandi, har ráðgeving og vegleiðing fæst ambulant frá harðskapsfakligum ráðgevum. Vitanardepil hvørs aðalmál er at betra um góðskuna av verandi tilboðum á harðskapsøkinum. Kvinnuhúsið er í støðugari menning, har fleiri nýggj átøk verða sett í verk. Eitt av hesum er nýgg hjálparlinja, sum er átak 17 í heildarætlanin um harðskap í parløgum og nærsambaondum 2023-2028, samskipað av Sig frá/Almannamálaráðnum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið