Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
20. januar 2026
Útgongur
2. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fulltíðarstarv

Lýsing

Søkt verður eftir skrivstovufólki til Lønardeildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi til setan 1. mars 2026 við arbeiðsbrøki á 0,8.

Um okkum

Lønardeildin hevur í høvuðsheitum til uppgávu at umsita og avgreiða lønir hjá starvsfólkum á Suðuroyar Sjúkrahúsi og Bú-& Heimatænastuni í Suðuroynni. Eisini umfatar starvið annað fyrifallandi skrivstovuarbeiði. Í fyrisitingini á Suðuroyar Sjúkrahúsi starvast 7 fólk, sjúkrahússtjóri, varastjóri, leiðsluskrivari, hr-starvsfólk, bókhaldari, lønarstarvsfólk og kt-starvfólk.

Vit bjóða

  • eitt spennandi starv, ið bæði er sjálvstøðugt og ein partur av fyrisitingini
  • fakliga og persónliga menning
  • skipaða innleiðslu
  • ein áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað saman við góðum starvsfelagum.

Vit vænta at tú:

  • hevur skrivstovuútbúgving ella aðra líknandi útbúgving
  • dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga
  • hevur góð samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning
  • ert fleksibul
  • kennir ábyrgdarkenslu av at skapa góðan trivna á arbeiðsplássinum
  • hevur góðan telduførleika.

Kunnleiki til Vagtplan/Vaktætlan er ein fyrimunur.

Setanartreytir:
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bent Albinus tlf. 34 33 00 ella umvegis teldupost bent@ssh.fo

Umsókn v.m.
Um hetta hevur tín áhuga gleða vit okkum at fáa tína umsókn við viðkomandi skjølum á teldupost starv@ssh.fo í seinasta lagi mánadagin 2. februar 2026.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið