Visit Runavík
Útgivið
15. oktober 2025
Útgongur
20. oktober 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Fulltíðarstarv

Lýsing

Dámar tær at samskifta, marknaðarføra og skipa fyri stórum og smáum mentanartiltøkum?

Saman við mentanartoyminum kemur tú at samskipa tiltøk og vera partur av verkætlanum í allari kommununi, framleiða tilfar og marknaðarføra á talgildum miðlum. Tú kemur at standa fyri tiltøkum í Løkshøll og taka tær av handli og samskifti við kundar í Visit Runavík.

Starvið inniber bæði skiftandi arbeiðstíðir og fastar arbeiðsdagar í Visit Runavík.

Fyri okkum er tað umráðandi, at tú hevur áhuga fyri mentan og ferðavinnu. Vit ímynda okkum ein persón, sum er útvendur og tænastusinnaður. Tað er neyðugt, at tú hevur hollan málkunnleika í føroyskum, enskum og norðurlendskum málum. Tað er umráðandi, at tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og samstundis trívist í toymisarbeiði. Tað er ein fyrimunur at hava royndir innan fyriskipan, tó ikki eitt krav.

Vit bjóða eitt starv, har dentur verður lagdur á menning og nýhugsan í einum fjølbroyttum og stundum rokaligum gerandisdegi. Umframt fastar uppgávur á skrivstovuni í Visit Runavík, fært tú m.a. ábyrgd av at samskipa og marknaðarføra mentanartiltøk. Toymið er lítið, og neyðugt er at tola broytingar og hava eina fjøltáttaða vitan.

Setanarviðurskifti
Starvsstaðurin er í Visit Runavík í Saltangará. Talan er um eitt fulltíðarstarv. Byrjanardagurin er 1. desember 2025 ella skjótast til ber. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið.

Send umsókn, prógv, lívsrensl og viðkomandi skjøl umvegis Alfred.fo í seinasta lagi 20. oktober 2025.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Mass Hoydal tlf. 237065 og Urd Johannesen tlf. 237080

Mentanarøkið í kommununi í stuttum
Flestu mentanartiltøkini eru í Løkshøll, har pláss er fyri 300 gestum. Tiltøkini eru stór og smá, um dagin og um kvøldið og fevna um filmar, fundir, ráðstevnur, konsertir, sjónleikir v.m.

Harumframt eru eisini fleiri afturvendandi tiltøk í kommununi: Mentanarvikan í apríl, Laksatorgið í juli, Søgugonga í september, Býarskáin og Jól við Løkin í november og jólatræshald í desember.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið