P/F SMS
Útgivið
6. oktober 2026
Útgongur
19. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit leita eftir ágrýtnum og álítandi reingerðarfólkum til okkara nýggju reingerðardeild. Deildin skal tryggja, at handlar og deildir hjá SMS samtakinum altíð eru reinir og innbjóðandi hjá viðskifta- og starvsfólki.

Um starvið
Sum reingerðarfólk verður tú partur av eini nýggjari deild, har høvuðsuppgávan er at tryggja, at okkara hølir altíð eru rein, ruddilig og innbjóðandi fyri bæði starvsfólkum og kundum.

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:

  • Dagliga reingerð av handilshølum
  • Gólv-, baðirúms- og køksreingerð
  • Aðrar fyrifallandi reingerðaruppgávur

Vit vænta, at tú:

  • Ert álítandi, røkin og arbeiðssom/arbeiðssamur
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
  • Hevur gott eyga fyri reinføri og smálutum
  • Ert jalig/jaligur og tænastusinnað/ur
  • Hevur koyrikort (krav)

Royndir innan reingerð eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Vit bjóða:

  • Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv
  • Góða innleiðslu og upplæring
  • Fast starv á 40 tímar um vikuna

Umsókn
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Oddbjørg Askham Sigurðsson á telefon 791950. Hevur tú hug at gerast partur av toyminum, kanst tú senda okkum tína umsókn umvegis leinkjuna í høgru síðu.

Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

sí lýsing her

Líknandi størv

Deildarleiðari til KØKIN   Faroe Islands nýtt
6. oktober 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið