Torcargo
Útgivið
9. december 2025
Útgongur
17. december 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi altjóða umhvørvi.

Torcargo leitar eftir einum eldhugaðum og skipaðum starvsfólki til okkara deild í Føroyum. Vit bjóða tær møguleikan at gerast partur av einum felag, sum er ein flutningsveitari við skrivstovum í Íslandi, Føroyum, Noregi og Hollandi.

Tú kemur at samskifta við kundar í Føroyum og uttanlanda, samstundis sum tú fært møguleika at fáa avbjóðandi arbeiðsuppgávur.

Uppgávurnar fevna breitt – frá móttøku av ordrum til flutning av vøru og uppfylging av inn- og útflutningi.

Høvuðsuppgávur

  • Uppfylging av sølu og tænastum til kundar.
  • At veita góða kundatænastu fyri inn- og útflutning.
  • At gera flutningsskjøl, fakturering og annað viðkomandi arbeiði.
  • At skapa og viðlíkahalda góð kundasambond.
  • At samskifta við Torcargo-skrivstovur í øðrum londum.

Vit leita eftir tær, sum

Er útbúgvin speditør ella innan logistikk/shipping. Tað kann vera ein fyrimunur fyri at fáa starvið, um tú hevur eina slíka útbúgving, men tó ikki ein treyt.

  • Hevur royndir innan kundatænastu og logistikk.
  • Er væl skipað/ur, proaktiv/ur og evnar at raðfesta arbeiðsuppgávurnar.
  • Megnar loysa óvæntaðar avbjóðingar.
  • Trívist í einum gerandisdegi við fjøltáttaðum uppgávum.
  • Hevur góðar samskiftisførleikar, og sum kann orða teg munnliga og skrivliga og á føroyskum, skandinaviskum og enskum.
  • Hevur góðan teldukunnleika.

Vit bjóða

  • Spennandi og fjølbroytt arbeiði í einum altjóða umhvørvi.
  • Møguleika fyri persónligari og fakligari menning.

Umsókn

  • Umsóknarfreistin: 17. desember 2025
  • Starvsbyrjan: Eftir avtalu
  • Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
  • Løn og setanartreytir: Eftir avtalu.
  • Starvsstaður: Tórshavn.
  • Arbeiðstíð: Fulltíðarstarv – kann verða skiftandi alt eftir arbeiðsuppgávunum.

Er hetta nakað fyri teg?

Send umsókn og CV til jonhard@torcargo.com ella ring 781781 um tú vilt vita meira um starvi.

Um Torcargo
Torcargo er eitt altjóða felag við deildum í Hollandi, Íslandi, Noregi og Føroyum. Vit hava 6 skip, sum sigla regluliga millum Ísland – Føroyar – Holland – Noreg.

www.torcargo.com

Søk
Umsókn verður send sum teldupost til arbeiðsgevaran og avrit til starvsportal.fo
Legg fíla her leita lokalt...
Avrit av skjølum vera handliga strika í teldupostum hv. 3. mðr.
Persóndáta og GDPR
    Vit viðra og verja um tygara persónsdáta   Les meir her
    Captcha

    Líknandi størv

    12. december 2025

    Umbið Persónliga Fráboðan

    Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

    T-post Fráboðan

    T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

     

    Persónligi RSS Føðari

    Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
    Umbið

    Are you sure you want to delete this file?
    /