Lýsing
Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi altjóða umhvørvi.
Torcargo leitar eftir einum eldhugaðum og skipaðum starvsfólki til okkara deild í Føroyum. Vit bjóða tær møguleikan at gerast partur av einum felag, sum er ein flutningsveitari við skrivstovum í Íslandi, Føroyum, Noregi og Hollandi.
Tú kemur at samskifta við kundar í Føroyum og uttanlanda, samstundis sum tú fært møguleika at fáa avbjóðandi arbeiðsuppgávur.
Uppgávurnar fevna breitt – frá móttøku av ordrum til flutning av vøru og uppfylging av inn- og útflutningi.
Høvuðsuppgávur
- Uppfylging av sølu og tænastum til kundar.
- At veita góða kundatænastu fyri inn- og útflutning.
- At gera flutningsskjøl, fakturering og annað viðkomandi arbeiði.
- At skapa og viðlíkahalda góð kundasambond.
- At samskifta við Torcargo-skrivstovur í øðrum londum.
Vit leita eftir tær, sum
Er útbúgvin speditør ella innan logistikk/shipping. Tað kann vera ein fyrimunur fyri at fáa starvið, um tú hevur eina slíka útbúgving, men tó ikki ein treyt.
- Hevur royndir innan kundatænastu og logistikk.
- Er væl skipað/ur, proaktiv/ur og evnar at raðfesta arbeiðsuppgávurnar.
- Megnar loysa óvæntaðar avbjóðingar.
- Trívist í einum gerandisdegi við fjøltáttaðum uppgávum.
- Hevur góðar samskiftisførleikar, og sum kann orða teg munnliga og skrivliga og á føroyskum, skandinaviskum og enskum.
- Hevur góðan teldukunnleika.
Vit bjóða
- Spennandi og fjølbroytt arbeiði í einum altjóða umhvørvi.
- Møguleika fyri persónligari og fakligari menning.
Umsókn
- Umsóknarfreistin: 17. desember 2025
- Starvsbyrjan: Eftir avtalu
- Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
- Løn og setanartreytir: Eftir avtalu.
- Starvsstaður: Tórshavn.
- Arbeiðstíð: Fulltíðarstarv – kann verða skiftandi alt eftir arbeiðsuppgávunum.
Er hetta nakað fyri teg?
Send umsókn og CV til jonhard@torcargo.com ella ring 781781 um tú vilt vita meira um starvi.
Um Torcargo
Torcargo er eitt altjóða felag við deildum í Hollandi, Íslandi, Noregi og Føroyum. Vit hava 6 skip, sum sigla regluliga millum Ísland – Føroyar – Holland – Noreg.