Lýsing
Vit leita eftir einum hugagóðum starvsfólki til Trin27 í SMS at arbeiða tríggjar dagar um vikuna og ein leygardag um mánaðin.
Um okkum:
Trin27 er ein handil í SMS, sum selur øðrvísi og festlig klæðir til kvinnur í øllum aldri og í støddum frá small til 3xlarge. Vit ganga høgt upp í at kundin kennir seg væl og kann fáa hjálp um honum tørvar tað.
Vit leita eftir nærløgdum starvsfólki, sum er álítandi og fyrikomandi, sum hevur áhugað í móta og sum dugur at fáa kundan at føla seg væl.
Um hetta ljóðar sum nakað fyri teg, so skriva á tpjuul@kallnet.fo ella ring til Anniku á tlf. 513346.
Freistin at søkja er mánadagin 18/9-23. Vit gleða okkum at frætta frá tær.