Ungdómshúsið í Sunda Kommunu
Útgivið
6. oktober 2026
Útgongur
19. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Um okkum
Kom og starvast hjá okkum á Oyrarbakka, har hugni, samvera og fitt ung fólk mynda kvøldini.

Ungdómshúsið í Sunda kommunu søkir eftir einum starvsfólki at byrja skjótast tilber, til tvey kvøld um vikuna.

Ungdómshúsið er staðsett á Oyrarbakka, og góðar umstøður eru bæði inni og úti. Rundan um húsið eru ítróttarhøll, svimjihylur og fótbóltsvøllur. Inni hava vit m.a. instrument, borðtennis, borðfótbólt, PlayStation, billiardborð, køk, kreativt tilfeingi, sjónvarp, sofur og stóra aulu.

Vit leggja dent á ein tryggan og avslappaðan hýr, har øll eru vælkomin og verða møtt við virðing. Tey ungu skulu hava møguleika at koma við hugskotum og vera við til at mynda innihaldið.

Vit ynskja
Vit ynskja okkum eitt sjálvstøðugt og ábyrgdarfult starvsfólk, sum hevur hug at arbeiða við ungum og dugir at síggja møguleikar. Vit ynskja, at tú dugir at seta hugskot og verkætlanir í verk og gjøgnumføra tær.

Vit vænta, at tú:

  • tekur initiativ og dugir at fáa ting at henda
  • hevur hug at baka, spæla spøl og gera ymiskt saman við teimum ungu
  • dugir at skapa eitt hugnaligt og innbjóðandi umhvørvi
  • dugir væl við ungum og hevur eitt jaligt og fyrikomandi lyndi.
  • Tað er týdningarmikið fyri okkum, at tann, ið settur verður, er ein búgvin persónur, sum dugir at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd av bæði teimum ungu og teimum praktisku uppgávunum í gerandisdegnum.

Útbúgving er ikki eitt krav.

Setanartreytir
Starvið er ásett til 9 tímar um vikuna og er lønt eftir galdandi sáttmála hjá Føroya Pedagogfelag.

Arbeiðstíðin er mánakvøld og týskvøld kl. 18.00–22.00.

Umsókn
Umsókn við CV og møguligum øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til: garnhusid@gmail.com

Freist
Freistin at senda umsókn er 19. oktober 2026.

Umsóknir verða viðgjørdar leypandi, og starvið kann verða sett áðrenn freistina, um rætti umsøkjarin søkir.

Hava tit spurningar til starvið, eru tit vælkomin at venda tykkum til Jórunn Gudmundsen, leiðara, á tlf. 259986.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Líknandi størv

Deildarleiðari til KØKIN   Faroe Islands nýtt
6. oktober 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið