Vága Kommuna
Lýsing
Brennir tú fyri at síggja børn og ung blóma?
Virkishúsið við ánna søkir eftir kreativari eldsál at arbeiða í Virkishúsinum. Talan er um eitt fast starv á 25-30 tímar. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi við dag/seinnaparts-, kvøld- og vikuskiftisvaktum.
Virkishúsið er eitt klubtilboð til børn og ung, ein frístaður við nærverandi og empatiskum vaksnum.
Virkishúsið er opið gerandisdagar/kvøld og leygarkvøld, har vit bjóða eina fjølbroytt viftu av tilboðum, tiltøkum og verkstovum fyri børn og ung. Vit hava eisini Garasjuna, sum er eitt kvøld tilboð. Virkishúsið er fyri børn og ung frá 3. flokki til 18 ár