WAAG
Útgivið
1. oktober 2026
Útgongur
20. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Starvsfólk til WAAG

Vit leita eftir einum starvsfólki at gerast ein týðandi partur av okkara toymi og hava ábyrgd av okkara garantiviðurskiftum

Vit vænta, at tú sært nógvar uppgávur sum spennandi avbjóðingar, og at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og avgreiða uppgávur við tíðarfresti. Mest av øllum vænta vit, at tú altíð arbeiðir fyri at veita okkara kundum so góða tænastu sum gjørligt.

Sum garanti fólk hevur tú ábyrgd av øllum garantiviðurskiftunum viðvíkjandi teimum bilmerkjunum, vit umboða. Í einum fjølbroyttum gerandisdegi við spennandi og avbjóðandi uppgávum fert tú at arbeiða tætt saman við leiðsluni hjá WAAG og starvsfólki á verkstaðnum, umframt at tú hevur ein týðandi leiklut í, at fáa okkara kundar kenna seg væl, tá ið teir seta seg í samband við okkum.

Planlegging, uppfylging og samskifti við starvsfelagar, veitarar og kundar er ein týðandi partur av starvinum. Útbúgving ella royndir innan bilakjøp eru eini krav, men kunnu saman við áhuga fyri økinum lætta um arbeiðsdagin frá byrjan. Tú mást hava kt-førleika á brúkarastigi og duga at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum, donskum og stundum enskum.

Talan er um fulltíðarstarv, sum verða at seta skjótast gjørligt og verða lønt sambært avtalu.

Hevur hetta tín áhuga, kanst tú senda eina umsókn til elin@waagbilar.fo. Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú ringja til Elin Christiansen á tel. 214893.

Freistin at søkja er týsdagin 20. oktober 2026.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær ...

Líknandi størv

1. oktober 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið