Granskoðarastovan
Útgivið
13. september 2024
Útgongur
30. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit bjóða tær eitt spennandi og fjølbroytt starv innan grannskoðan, bókhald og skatt. Tú verður partur av einum dugnaligum og ágrýtnum starvsfólkatoymi. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og tú fært gott innlit í føroyska vinnulívið. Vit bjóða tær góðar skeiðs- og útbúgvingarmøguleikar.

Løn og setanartreytir annars eftir avtalu og starvið verður sett sum skjótast.

Um Grannskoðarastovuna
Á Grannskoðarastovuni starvast í dag 9 fólk, 3 bókhaldarar og 6 grannskoðarar. Okkara arbeiðsuppgávur fevna millum annað um grannskoðan, roknskap og bókhald, umframt skatta- og fíggjarviðurskifti. Skrivstova okkara er í Saltangará og hava vit fleiri enn 40 ára royndir innan grannskoðan og fíggjarliga ráðgeving.

Um teg
Vit vænta at tú hevur viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndir. Sum persónur tú ert arbeiðssom/samur, røkin og hevur eyga fyri smálutum. Umráðandi er at tú hevur góð samstarvsevnir og ert álítandi.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal sendast á teldupost: gs@gs.fo.
Umsóknir og fyrispurningar vera viðgjørd í trúnaði. Freistin er 30. september 2024.

Vilt tú vita meira um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Bjørt í Grógv á tlf 59 16 11 ella á bg@gs.fo.

 

Søk
Umsókn verður send sum teldupost til arbeiðsgevaran og avrit til starvsportal.fo
Legg fíla her leita lokalt...
Avrit av skjølum vera handliga strika í teldupostum hv. 3. mðr.
Persóndáta og GDPR
    Vit viðra og verja um tygara persónsdáta   Les meir her
    Captcha

    Líknandi størv

    18. september 2024
    Fíggjarleiðari   Faroe Islands nýtt
    18. september 2024

    Umbið Persónliga Fráboðan

    Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

    T-post Fráboðan

    T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

     

    Persónligi RSS Føðari

    Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
    Umbið

    Are you sure you want to delete this file?
    /