Hjálpirót
Lýsing
Vit leita eftir starvsfólki við royndum innan annlegsarbeiði ella øðrum handverkarbeiði til at gerast partur av okkara fjølbroytta arbeiðstoymi.
Um okkum:
- Hjálpirót er ein anlegsgartnarafyritøka í Tórshavn við arbeiðsuppgávum kring alt landið.
- Vit átaka okkum stórar og smáar uppgávur og arbeiða úti alt árið.
- Fyritøkan hevur 25-30 starvsfólk við ymiskum yrkiskunnleikum, sum saman hjálpast við at loysa tær ymisku verkælanirnar.
Arbeiðsøki:
- Tú kemur millum annað at arbeiða við fylgjandi uppgávum:
- Grevstur og annað jørðarbeiði.
- Flísaálegging.
- Grótarbeiði.
- Timburarbeiði.
Tín vangamynd:
- Vit vænta, at tú hevur:
- Útbúgving ella royndir innan handverksarbeiði.
- Er røkin, álítandi og møtir hugagóð/ur upp til arbeiðis.
Vit bjóða:
- Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
- Spennandi og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
- Eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har trivnaður fyri øll hevur týdning.
- Eitt arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, virðing og nýhugsan.
Løn:
Starvið verður sett skjótast til ber.
Løn og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.
Spurningar?
Meiri fæst at vita um starvið við at venda tær til Sjúrð Jacobæus á telefon 594703.
Umsókn:Umsókn við CV og prógvum kann sendast til hjalpirot@hjalpirot.fo í seinasta lagi mánadagin 26. Januar.