Almanna- og mentamálaráðið
Útgivið
26. februar 2025
Útgongur
18. marts 2025
Staður
Eirargarður 2, 100 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
umsokn@ammr.fo

Lýsing

Almannaverkið er landsins størsti stovnur og ein lyklaspælari í føroyska vælferðarsamfelagnum. Við 1200 starvsfólkum og eini játtan, ið umboðar ein triðing av landskassanum, er tørvur á einum dugnaligum og ábyrgdarfullum stjóra at leiða Almannaverkið.

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins.

Endamálið hjá Almannaverkinum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virkseminum.

Starvið
Stjórin fyri Almannaverkið skal ganga á odda í menningini av Almannaverkinum og tryggja dygdargóðar og framtíðartryggjaðar tænastur.

Eitt av aðalmálunum hjá nýggja stjóranum verður at fremja ætlaðu bygnaðarbroytingina, har alt Almannaverkið verður umskipað til tess at tryggja borgaranum eitt gott lív á egnum beinum.

Ovasti leiðarin skal tí vera álítandi og vísa opið samskifti bæði úteftir og inneftir, megna at seta í verk fyriskipanir, umframt hava evnini at handfara fjøltáttað virkisøki, eisini tá tilfeingið er avmarkað.

Stjórin skal hava yvirskot, halda høvdið kalt, tá ið á stendur, og hava umsorgan fyri teimum veikastu í okkara samfelag.

Harumframt skal stjórin megna at virka sum millumlið millum borgaran og politiska viljan, og fremja politiska viljan í verki.

Stjórin skal duga at samstarva við aðrar myndugleikar, soleiðis at borgarar, ið hava samansettan tørv, verða loftaðir.

Tað hevur stóran týdning, at tann, ið verður settur, hevur hug og evni at vera andlitið úteftir, umframt hegni at savna leiðarar og starvsfólk um arbeiðsuppgávurnar hjá Almannaverkinum.

Rætti umsøkjarin hevur tí:

  • Eina fakliga barlast á høgum stigi og røttu persónligu eginleikarnar
  • Viðkomandi leiðsluroyndir
  • Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni

Løn og setanartreytir
Starvið verður sett undir Almanna- og mentamálaráðnum við tilvísing til aðalstjóran. Setanarøkið fevnir tó um alla miðfyrisitingina. Lønin er ájavnt 39. lønarflokki hjá tænastumonnum landsins við 15% í eftirlønargjaldi, og setanartreytirnar eru sambært stjórasáttmála.

Umsókn
Umsókn við avrit av prógvi umframt lívsrensli skal sendast til umsokn@ammr.fo ella:

Almanna- og mentamálaráðið,
Eirargarður 2, 100 Tórshavn

Umsóknarfreistin er mánadagin 17. mars 2025, kl. 12:00.

Meira kunning
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóra, telefon 734049, ella Jeanette Ellefsen Blaasvær, deildarstjóra, telefon 734056.

Eisini ber til at vitja heimasíðuna hjá Almannaverkinum: www.av.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið