Glasir
Útgivið
11. februar 2025
Útgongur
25. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Glasir sóknast eftir stuðli til 18 ára gamlan næming við rørslutarni, ið gongur á miðnámi, við starvsbyrjan 1. mars 2025 ella eftir nærri avtalu.

Um starvið
Talan er um stuðulsstarv, har arbeiðstíðin verður millum 25 - 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag í tíðarskeiðnum millum 07.30 og 16.00. Arbeiðstíðin er tillagað eftir skúlaskema hjá næminginum.

Arbeiðsuppgávur
Tú kemur at vera stuðul hjá einum 18 ára gomlum næmingi við rørslutarni, sum gongur fyrsta árið á miðnámi á Glasi. Arbeiðið fevnir um:

  • at koyra næmingin í skúla og heim aftur eftir skúlatíð, og tískil byrjar og endar dagurin á bústaðnum hjá næminginum
  • at vera um næmingin og vera tøk/ur gjøgnum dagin í tann mun, tað er neyðugt, og hjálpir og stuðlar í ymiskum praktiskum og persónligum viðurskiftum
  • at luttaka á námsferð ella øðrum, í samband við skúlavirksemið

Førleikar/væntanir
Søkt verður eftir fólki við námsfrøðiligari útbúgving. Hevur tú líknandi starvsroyndir, kann tað vera ein fyrimunur. Um eingin við viðkomandi útbúgving søkir starvið, kann hjálparfólk setast í staðin.
Vit vænta, at tú hevur góð samstarvsevni, ert fyrikomandi, og virðir og evnar at skapa góða relatión til næmingin. Møguleiki verður at samskifta við tín nærmasta leiðara um stuðulsuppgávuna.

Tað er ein treyt, at tú hevur koyrikort til persónbil.

Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um setan, ið er tíðaravmarkað til lestrartíðina hjá næminginum, tvs. til 30. juni 2028. Starvið verður sett í einum samstarvi millum Glasir og Almannaverkið. Virksemið í skúlatíð er starv á skúlanum, og er tann setti partur av starvsfólkahópinum, meðan koyring til og frá skúlanum hoyrir til Almannaverkið við tænastu í Trivnaðardeplinum. Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum, og at starvið kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Lønin er sambært sáttmála millum fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Frítíð verður hildin, tá ið næmingurin hevur frí úr skúla.

Umsókn
Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis starv@glasir.fo. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til stjóran á Næmingatænastuni, Annie Fjallsá, umvegis anf@glasir.fo / tlf. 211825. Freistin at søkja er mánadagin 24. februar 2025.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið