Lýsing
Okkum tørvar ein námsfrøðing at arbeiða eftir skúlatíð 20 tímar pr viku. Starvið er frá 02. Januar 2025
(Um so er, at eingin námsfrøðingur søkjur, verður starvið sett við skikkaðum hjálparfólki)
Vit bjóða:
Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum.
Dentur verður lagdur á at veita barninum eitt trygt og mennandi umhvørvi
Vit vanta av tær:
- At tú er jalig/ur og dámar at vera saman við børnum
- Dugir at seta teg inn í støðuna hjá barninum
- At tú er fakliga áhugaður
- At tú er opin fyri nýhugsan og broytingum
- At tú kann arbeiða sjálvstøðugt
- At tú hevur góðar samstarvsførleikar
Tað vit kunnu bjóða tær, er millum annað:
- Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum
- ein vælvirkandi starvsfólkabólk og stovn
- Dentur verður lagdur á at veita barninum eitt trygt og mennandi umhvørvi
- upplivingar og útfordringar frá og við børninum, starvsfólki, foreldrum og nógv aftrat.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Arbeiðstíðinar er vanliga millum kl 12.30 - 16.30
Tú fært nærri upplýsingar um starvið, við at venda tær til Anitu Sigurðsdóttir, leiðara á tlf. 212751
Skrivlig umsókn við møguligum viðmælum, skal sendast til Barnagarðin á Sandi, teldupost teigar@sandur.fo
Umsóknarfreistin er úti 16.12.24. Allir umsøkjarar fáa svar umvegis teldupost.