Lýsing
Stýrimenn (M/K) til Atlantic Airways
Okkum tørvar stýrimenn (M/K) til okkara Airbus 319/320. Sum stýrimaður (M/K) hjá Atlantic Airways fært tú møguleikan at royna teg í einum avbjóðandi og spennandi starvi.
Tú mást búgva og kunna røkja starvið antin úr Føroyum ella Danmark og hava lætt við at møta á flogvøllinum til skiftandi arbeiðstíðir.
Tín uppgáva verður, saman við okkara vandu flogskiparum og stýrimonnum, á ein professionellan hátt at halda tey høgu krøv, tænastur og væntanir, sum verða sett til Atlantic Airways.
Tínir eginleikar
Tú ert ábyrgdarfull/ur og arbeiðir málrættað og professionelt. Tú ert broytilig/ur (fleksibul), og tú dugir at arbeiða undir trýsti, trívist við at starvast tætt saman við øðrum og kanst gera mun fyri viðskiftafólk og starvsfelagar.
Tú skalt kenna til føroysk viðurskifti og hava loyvi til at búgva og arbeiða í Norðurlondum og EU.
Krøv
Umsøkjarar skulu hava eitt av hesum prógvum:
- ATPL(A)
- MPL(A)
- CPL(A) við ATPL teori og MCC prógvi
Í øllum trimum førum skalt tú hava IR(A)ME, eitt General Flight Radiotelephone Operator Certificate (GEN) og ICAO Language Proficiency við stig 4 í enskum.
Tú skalt vera skúlað/ur til at kunna flúgva okkara Airbus 319/320.
Harafturat skalt tú hava reina revsiváttan.
Arbeiðstíðir og -staður
Starvið er við støð í Føroyum ella Danmark. Løn og dagpeningur eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya.
Í sambandi vð setanina skulu tey valdu í gjøgnum eina persónsgreining (Psychological Assessment). Við støði í greiningini saman við samrøðum, verður tað okkara úrvalsnevnd, sum velur og ger setanartilmæli til leiðsluna. Í úrvalsnevndini sita flogovastin, flogstjórin, venjingarleiðarin, HR leiðarin og eitt umboð fyri flogskipararnar.
Vilt tú vita meira um starvið?
Set teg so í samband við Sámal Danielsen, flogovasta, á samal@atlantic.fo /tlf. 213 913. Ellef Ellefsen, flogstjóri á ellef@atlantic.fo /tlf. 228742 ella Elina Sigvardsen, HR-leiðara, á elin@altantic.fo /tlf. 213 702.
Umsóknarfreistin er tann 4. september 2022.
Umsókn
Hevur tú hug at søkja starvið, vinaliga trýst her.
Um okkum
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Okkara fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika. Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutunet við Føroyum sum hornasteini og eina framúr góða tænastu.