Atlantic Airways
Útgivið
24. februar 2025
Útgongur
9. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kundi tú hugsað tær eitt spennandi og fjølbroytt summaravloysarastarv í kundatænastu, ferðavinnu og flogferðslu, og hevur tú hegni og vilja til at veita viðskiftafólki okkara fyrstafloks tænastu? So er tað møguliga tær, vit leita eftir til okkara toymi.

Atlantic Airways er ein dynamisk altjóða fyritøka, har kundatænasta og -røkt í heimsflokki eru hornasteinur undir øllum tí, vit gera. Hetta er ikki bara neyðugt, men altavgerandi fyri, at vit framhaldandi kunnu reka og menna okkara tjóðarflogfelag, har vit knýta Føroyar at umheiminum og gera Føroyar atkomuligar.

Starvið
Talan er um summarstarv, har arbeitt verður í skiftandi vaktum. Arbeiðstíðin er vanliga millum klokkan 06 og 21 allar dagar í vikuni, men kann vera neyðugt við úrtíðararbeiði.

Sum partur av kundatænastuni hjá Atlantic Airways verður tað tín uppgáva at:

  • Samskipa arbeiðið á vaktini/støðini í samband við fráferðir og komur
  • Samskifta við flogmanning, handling, ferðandi og starvsfólk
  • Samskifta við handlingsagentar og flogfeløg, sum vit handla
  • Avgreiða og skráseta frakt á fráferðunum
  • Avgreiða fyrispurningar frá viðskiftafólkum og veitarum
  • Avgreiða fyrispurningar viðvíkjandi seinkaðum og skaddum viðføri
  • Taka tær av ymiskum fyrifallandi uppgávum á deildini

Um teg
Vit leita eftir tær, sum:

  • Hevur áhuga í kundatænastu, ferðavinnu og flogferðslu
  • Ert fyrikomandi, smílandi og hevur lætt við at samskifta við onnur
  • Hevur góðar samskiftisførleikar á føroyskum, norðurlendskum og enskum
  • Hevur góðar telduførleikar
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Dugir at síggja loysnir heldur enn forðingar
  • Trívist í fjølbroyttum umhvørvi, har tað ofta hendir nógv, og broytingar kunnu koma fyri
  • Ert forvirkin (proaktiv/ur)
  • Tekur ábyrgd og tekur sjálvstøðugar avgerðir

Tað er eitt krav, at tú ert fylt/-ur 18 ár og at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanningina av lívsrensli (cv).

Arbeiðstíð og -staður
Talan er um tímalønt parttíðarstarv í skiftandi vaktum í tíðarskeiðnum frá umleið 1. mai til 31. august 2025. Gjørligt er at byrja eftir avtalu, men skulu tey, ið sett verða, kunna koma til upplæring og skeið umvikuskiftið og/ella kvøld áðrenn 1. juni. Tá talan er um frítíðaravloysarar, ber ikki til at fáa feriu í avloysaratíðarskeiðnum.

Starvsstaðurin er á flogvøllinum.

Umsókn
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Hevur tú hug at søkja avloysarastarv í okkara sølu & kundatænastu, trýst her. Umsóknarfreistin er sunnudagin 9. mars 2025.

Vilt tú vita meira?
Vinaliga set teg í samband við Kristinu Fossaberg, leiðara fyri sølu- & kundatænastuna, tel. 222 118, t-postur kristina@atlantic.fo, ella við Heidi Gullaksen, HR leiðara, tel. 213 702, t-postur heidig@atlantic.fo

Líknandi størv

6. marts 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið