IDEmøblar
Útgivið
1. maj 2025
Útgongur
17. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kundi tú hugsað tær at starvast innan møblaheimin, og veitt vegleiðing innan innrætting? So ert tú kanska summarhjálpin hjá okkum í ILVA IDEmøblum!

Vit sóknast eftir einum persóni, sum kann arbeiða fulla tíð nú í summar. Vit ynskja ein persón, sum er ágrýtin og fyrikomandi, og sum kennir týdningin av at veita eina góða tænastu. Restina læra vit teg.

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi starv í einari fyritøku í menning, sum hevur til endamáls at seta dygd og góða tænastu í hásæti. Tú verður partur av einum toymi av sølufólki, sum leggur dent á trivna, og at hava tað stuttligt saman.

Ynskiligt er, at tú byrjar beinanvegin, men vit bíða fegin eftir tí rætta. Starvið er í fyrsta umfari fulla tíð í summar, men møguleiki er fyri at arbeiða nakrar tímar um vikuna, og leygardagar, eftir tað – hetta kann væl tillagast eftir t.d. skúlagongd.

Ynskir tú at vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Sandri, handilsleiðara, á tlf. 77 10 10 ella á sandri@ide.fo

Umsókn og skjal við starvsroyndum skulu sendast til sandri@ide.fo

Samrøður verða hildnar leypandi, og starvið verður sett so skjótt rætti viðkomandi er funnin.

Líknandi størv

1. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið