Lýsing
Vestmanna kommuna søkir eftir tekniskum leiðara at byrja 1. mai 2025 ella eftir nærri avtalu.
Á kommunuskrivstovuni starvast seks fólk. Tekniska økið er skipað við tekniskum leiðara og einum skrivstovufulltrúa. Undir teknisku deild eru arbeiðsformaður, brunaumsjónarmaður, havnarumsjónarmaður og leiðandi húsavørður.
Vestmanna kommuna er í stórari menning. Bygdarráðið hevur sett fleiri stórar verkætlanir í gongd á tekniska økinum. Nevnast kunnu m.a. umbygging av Vestmanna skúla, heildarætlan fyri havnarøkið, útbygging av høll og av kirkjugarði.
Sum tekniskur leiðari fært tú eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú sum leiðari fært týðandi leiklut í framhaldandi menning av kommununi.
Høvuðsuppgávur
- Daglig leiðsla á teknisku deild
- Fíggjarábyrgd av tekniska økinum
- Projektleiðsla, projekteringsarbeiði og dagligt eftirlit
- Byggi- og býarplanlegging
- Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði
- Stýring av kommunalum byggi- og viðlíkahaldsarbeiði
- Ábyrgd av øllum bygningum og undirstøðukervinum hjá kommununi
- Skrivari hjá viðkomandi nevndum og ráðgevi hjá bygdarráðnum á tekniska økinum
Førleikakrøv
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum. Umsøkjarar eiga at hava:
- viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella annað viðkomandi útbúgvingarstøði saman við royndum
- góðan kunnleika til leiðslu og fíggjarstýring
- góð samstarvsevni
- góð evni at samskifta á føroyskum við borgarar, veitarar og starvsfelagar
- evni at raðfesta, arbeiða undir trýsti og at hava nógv virksemi í gongd í senn
- hollan telduførleika
Umráðandi er, at tú ert opin, fyrikomandi og hevur ein tænastusinnaðan hugburð.
Tað er ein fyrmunur, at tú kennir bygdina, at tú hevur leiðsluroyndir og førleikar við projekteringsarbeiðum. Vit nýta m.a. skipanirnar ArcGIS pro og AutoCAD ella Revit.
Umsókn
Umsókn saman prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum skal sendast til input@input.fo og skriva “Tekniskur leiðari” í yvirskriftina í seinasta lagi 2. mars 2025.
Starvið verður lønt sambært galdandi sáttmála við avvarandi yrkisfelag og KAF.
Nærri upplýsingar fáast við at venda tær til Sáru Jógvansdóttir, borgarstjóra, á telefon 770118.
Kommunan skilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.
Avgerð um setan verður grundað á eina heildarmeting av bæði viðkomandi persónligum eginleikum, fakligum førleikum, starvsroyndum, umframt á aðrar førleikar ella eginleikar, sum kunnu vera ein fyrimunur fyri teg at røkja starvið sum tekniskur leiðari. Í starvinum eru góðir møguleikar fyri upplæring í eini politiskt stýrdari skipan.
Vestmanna kommuna er ein virkin kommuna og strembar eftir at skapa bestu fortreytir fyri borgaran, vinnulívið og frítíðarvirksemið. Vit vilja hava eina kommunu, ið er savnandi, og at øll hava bestu fortreytir at virka og búleikast.