Lýsing
Eitt nýtt og spennandi starv leyst at søkja
Nýggja býraðið í Vága kommunu ynskir at menna trivnaðar- og mentanarøkið í kommununi, og tí er avgerð er tikin um, at skipa økið í eina nýggja trivnaðardeild undir leiðslu av einum leiðara. Í hesum sambandi verður dentur lagdur á eina nútímansgering og menning av trivnaðar- og mentanarøkinum í Vága kommunu sum heild. Talan er um eina serstakliga spennandi avbjóðing við stórari ábyrgd, sum tú kanst vera við til at mynda.
Í umsitingini hjá Vága kommunu starvast 10 fólk, og innan trivnaðarøkið sum heild starvast umleið 100 starvsfólk. Nýggi trivnaðarleiðarin fær ábyrgdina av 4 rakstrarstøðum í fíggjarætlanini, har játtanin er umleið 53 mió. kr. Sum trivnaðarleiðari fært tú frælsi at skipa arbeiðið innan økið, júst sum tú ynskir. Ein týdningarmikil ábyrgd hjá trivnaðarleiðaranum verður at tryggja, at kommunan veitir tænastur samsvarandi politiska viljanum.