Heilsufrøðiliga starvsstovan
Útgivið
5. august 2026
Útgongur
23. august 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Heilsufrøðiliga starvsstovan søkir eftir trimum eftirlitsfólkum til matvørudeildina. Talan er um tvey føst størv og eitt tíðaravmarkað starv í 1 ár, við møguleika at leingja. Størvini vera sett skjótast til ber.

Arbeiðsstaður er á skrivstovuni í Tórshavn og á eftirlitsvitjanum kring allar Føroyar.

Matvørudeildin

Matvørudeildin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni arbeiðir fyri at tryggja, at matvørur á føroyska marknaðinum eru tryggar, heilsugóðar og av góðari góðsku. Deildin hevur eisini til uppgávu at verja brúkararnar móti villleiðandi upplýsingum um matvørur.

Gjøgnum eftirlit, vegleiðing og yvirvøku arbeiðir deildin fyri matvørutrygd og tryggjar føroyskan matvøruútflutning.

Matvørudeildin hevur eftirlit við umleið 750 løggildum matvøruvirkjum og matarstøðum kring landið. Harumframt hevur deildin eftirlit við inn- og útflutningi av matvørum og fremur yvirvøku av fiski, fóðri og drekkivatni.

Á deildini starvast 12 fólk við ymiskum fakligum førleikum.

Arbeiðsuppgávur

Sum eftirlitsfólk fert tú at gera eftirlit á løggildum eindum og viðgera umsóknir um løggildingar. Eindirnar fevna breitt, frá stórum virkjum og skipum til matstovur og smáar handlar. Talan er bæði um vanlig eftirlit og eftirlit í samband við nýggju bráskipanina.

Tú kemur eisini at svara fyrispurningum frá borgarum um nýtt virksemi, klagur o.a., og vera við til at gera mannagongdir og upplýsandi tilfar til almenningin.

Sum eftirlitsfólk á matvørudeildini, kemur tú í samband við nógv ymisk fólk og arbeiðspláss kring landið. Tí er týdningarmikið at hava góð samstarvsevni, vera fyrikomandi, virðiligur og førur fyri at samskifta á ein greiðan og uppbyggjandi hátt.

Fastsett starvsfólk á matvørudeildini eru partur av vaktarskipan, í samband við útflutning av fiskavørum. Vaktarskipanin hevur skiftandi arbeiðstíðir.

Útbúgving

Vit søkja eftir fólki við náttúruvísindaligari útbúgving bæði á bachelor-, tekniskum- og kandidat støði:

t.d. matvøruteknikari, matvøruverkfrøðingur, laborantur ella onnur viðkomandi útbúgving.

Umsøkjarar við viðkomandi starvsroyndum í matframleiðslu ella vitan um kost hava fyrimun, men hetta er ikki eitt krav.

Førleikar

  • fyrikomandi og hóvligur
  • torir at taka avgerðir
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir
  • hevur koyrikort til bil
  • trívist við skiftandi arbeiðsuppgávum og arbeiðsmongd
  • dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu
  • dugir at samskifta á enskum

Vit bjóða

Eitt spennandi og avbjóðandi starv. Tú fert at starvast á matvørudeildini, saman við dugnaligum fólki við ymiskum útbúgvingum og hollum royndum.

Setanartreytir

Størvini eru fulla tíð og vera sett skjótast tilber. Størvini vera sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið ella Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Sí annars heimasíðuna hjá lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum: www.fmr.fo.

Umsókn

Umsókn við avriti av prógvi, CV, viðmælum o.tíl., skal sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Smyrilsvegur 7, 2. hædd, 100 Tórshavn, ella hfs@hfs.fo, í seinasta lagi sunnudagin tann 23. august 2026. Vinarliga tilskila um søkt verður fast ella leyst starv.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Maluna Nicolinudóttir Mikkelsen, deildarleiðara, tel. 556421.

Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Vinnumálaráðnum. Stovnurin umsitur m.a. matvøru-, djórasjúku-, djóravælferð- og alilógina. Stovnurin rekur eisini kanningarstovu í hesum sambandi.

Endamál stovnsins er, tryggan mat og góða djóraheilsu.

Líknandi størv

5. august 2026
Námsfrøðingur til vøggustovu   Faroe Islands nýtt
5. august 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið