Lýsing
Almannaverkið søkir eftir tveimum námsfrøðingum til spildurnýggja Sambýlið á Reynstúni á Argjum. Húsið er fyri fólk við menningartarni og fjølbreki. Í húsinum er pláss fyri 18 fólkum. Sambýlið er skipað í tvær lonir við níggju búfólkum í hvørji lon. Karmarnir eru sera góðir, bæði fyri búfólk og starvsfólk.
Um størvini
Tvey størv, annað 40 og hitt 35 tímar um vikuna, at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri at tillaga tímatalið. Arbeitt verður í skiftandi vaktum. Vaktirnar fevna um alt døgnið allar dagar í vikuni og 3. hvørt vikuskifti.
Arbeiðsuppgávur
Høvuðsuppgávan er at geva búfólkunum eitt so gott og virðiligt lív sum gjørligt. Hetta gera vit við at arbeiða viðurkennandi og við at geva námsfrøðiligan og heilsufremjandi stuðul, røkt og umsorgan.